24. marts 2019

Disa og Michel vunnu Búrøkt Cup

Disa og Michel á veg gjøgnum slalombreytina

Árliga Búrøkt Cup var í gjár, í høllini hjá Føroya Ríðingarfelag. Hetta er TREC líknandi kapping, har ross og reiðfólk skula klára seg sum skjótast um nakrar forðingar og ymiskar uppgávur. Tað er tó ikki bara tíðin sum telur, klárar tú ikki eina forðing ella uppgávu, far tú minus stig og ger tú onkra uppgávu eyka væl far tú plus stig.

TREC er kappingargrein ið er vælumtókt í evropa, men nú er líkt til at hon eisini hevur møguleika at vinna sær fótafestið í Føroyum. Tað er serliga tey ungu ið dáma væl at kappast á hendan hátt.

Hjá teimum ungu var kappingin sera spennandi, men endin var at Eva Louise Schiller Klemmentsen á Tátti vann. Eva Louise er ein av teimum ungu sum ger nógv við at venja ross sítt, so hetta var ein kanska ikki heilt óvæntaður sigur

Hjá teimum vaksnu vann Michel Nielsen á Disu, Michel hevur leingi gjørt nógv burturur at venja síni ross til líknandi uppgávur, so tað kom heldur ikki óvart á, at hon vann millum tey vaksnu.

Myndir: Rani í Dali

Vinnarar ung, f.v. Elma, Eva Louise og Sólrun

Vinnarar vaksin, f.v. Michel, Jakobina og Marner














Ingen kommentarer: