f.v. Hallur Hansen, fráfarandi formaður. Brandur í Dali, formaður. Elspa Petersen, fráfarandi næstforkvinna. |
Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag í seinastu viku, var nýggj nevnd vald og samstundis valdi formaðurin seinasti trý árini, Hallur Hansen at takka fyri seg. Aðalfundurin valdi Brand í Dali sum nýggjan formann. Elspa Petersen sum hevur verið næstforkvinna takkaði eisini fyri seg.
Á fundi í gjár skipaði nýggja nevndin seg soleiðis. Formaður, Brandur í Dali, Næstformaður Osvald S. Johansson, nevndarlimir, Mortan Hansen, Barbara Chaparro og Tummas P. av Reyni. Tiltakslimir eru Dina Splidt og Alberg Lútzen. Sum kassameistara valdi nevndin Bjørn Patursson.
f.v. Alberg Lútzen, Mortan Hansen, Barbara Chaparro, Brandur í Dali, Osvald S. Johansson og Tummas P. av Reyni. |
Ingen kommentarer:
Send en kommentar