15. januar 2015

Meira lærdómur og fleiri upplivingar í Reiðhøllini hjá FR !


Hetta vikuskiftið er høllin upptikin av tiltøkum hesar tíðir:

Fríggjadag 16/1 frá kl 16 - Skeið við Michel Nielsen.
Leygardag 17/1 frá kl 15 - Tøltkapping hjá Fø. Íslandsrossafelag

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag fegnast um at nógv tiltøk eru í høllini, og kanska serliga um at kunna húsa tiltøkum hjá Føroyskum Íslandsrossafelag, hesa 
tíðina tey hava verið hús/høllvill.. Men nú sær út til at Tølthøllin skjótt verður tøk aftur, tað kunna øll bara vera fegin um, hóast tað hevur verið sera stuttligt at havt tey inni hjá okkum hesa tíðina !
Mær nýtist helst ikki at skriva at hendan myndin ikki er tikin í dag...

Ingen kommentarer: