Føroysk reiðfólk hava nú í nøkur áratíggjur luttikið í NM og HM kappingum í gonguløgum við íslandsrossum, men nú verður tað so á fyrsta sinni eitt ross sum er folað í Føroyum sum skal av landinum at kappast.
Talan er um Háreka úr Marknagili, sum brøðurnir Bárður og Regin Johannessen hava alt. Ragnheiður Ólafsdóttir eigur nú Háreka og tað er eisini hon sum skal til Norra at kappast við hestinum.
Háreki úr Marknagili. Mynd: Ingi Sørensen |
Háreki er undan ryssuni Rauðhetta frá Arnarhóli og kenda greðinginum Dynur frá Hvammi sum aftur er undan Orra frá Pufu. Hetta er millum kendastu greðingar í Íslandi og als ikki ringasta alilinjan hjá einum kappingarrossi. Háreki er folaður í 2006 og var hann í fjósinum hjá Bárði og Regin Johannessen til hann var seldur til Óluvu á Lofti í 2012. Hesturin hevði verið við til fleiri gongulagskappingar áðrenn Óluva á Lofti keypti hann, Óluva á Lofti kappaðist eisini við hestinum í tvey ár áðrenn hon seldi hann víðari til Ragnheiður Ólafsdóttir.
Ragnheiður Ólafsdóttir ið er 15 ár, hevur riðið heilt frá barnaárum. Hon sigur sjálv at tað er ein risastór avbjóðing at sleppa til NM í Norra og kappast móti teimum bestu reiðfólkunum í norðurlondum. Vónirnar eru tó góðar til kappingina sum verður á Biri Travbane. Ragnheiður Ólafsdóttir metir seg sjálva hava góðar møguleikar í kappingini og hevur hon stórt álit á at hon og Háreki, kunnu vinna seg langt í kappingini sum verður í døgunum 8 til 14 august.
Ragnheiður Ólafsdóttir og Háreki kappast í bólkinum Junior Sport ið eru ung upp til 16 ár.
Ragnheiður Ólafsdóttir er ein av trimum reiðfólkum sum umvegis Føroyskt Íslandsrossafelag umboða Føroyar til NM í Norra. Hini eru Elin Tindsskarð og Rakul Tindskarð. Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í FEIF, sum er altjóða samband av Íslandsrossafelagsskapum innann gongulagsríðing o.a.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar