Ólavsøkan er aftur fyri framman !
Føroya Ríðingarfelag byrjaði við siðbundni skrúðgonguni á sinni og eiga enn tann dag í dag heiðurspláss í skrúðgonguni.
Hetta krevur tó eisini nakað av okkum sjálvum, um vit vilja hava virðing frá øðrum muga vit eisini virða onnur, heitt verður tí á fólk at lata seg í hvíta skjúrtu og svart slips til skrúðgonguna, nevndin heitir á reiðfólkini at nýta hjálm ! - Eisini er umráðandi at hava væl vand ross so einki óhapp hendir.
Skrúðgongan er Ólavsøkuaftan kl. 14, møtt verður kl 13:30 við komunuskúlagarðin. Góða Ólavsøku !!
P.s. Um onkur manglar slips við FR búmerkinum ber til at ringja tlf. 236699 (Hallur)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar