f.v. Barbara Carlsen, Eva L.S. Klemmentsen, Osvald S. Johansson, Tummas P. av Reyni, Birita Lútzen, Bergfríð Lassen og Brandur í Dali |
Nevndarval var eisini. Hesi vóru vald í nevndina, sum á fundi í dag hevur skipað seg soleiðis. Formaður, Brandur í Dali, næstformaður, Osvald S. Johansson, nevndarlimir, Tummas P. av Reyni, Eva L.S. Klemmentsen og Birita Lútzen. Tær báðu síðstnevndu eru nývaldar. Tiltakslimir eru Barbara Carlsen og Bergfríð Lassen.
Felagið ið nú hevur 81 ár á bakið, er millum stóri ítróttarfeløgini í Havn og har eru nógvar verkætlanir í gongd í løtuni. Størsta ætlanin er helst nýggj kappríðingarbreyt. Felagið fekk ein stóran trupulleika tá tað vísti seg at nýggji innkomuvegurin kom beint á breytina sum felagið eigur uppi í Marknagili. Her verður arbeitt við nýggjari breyt á økinum hjá felagnum í Havnardali.
Onnur mál ið nevndin hevur fyri framman eru m.a. Djóradagar, FM kappingar, nýbygging av fjósum og so hevur nývalda nevndin eisini sett sær fyri at fáa eina betri virkandi limaskipan, til teir áleið 300 limirnar.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar