31. juli 2024

Væleyðna ólavsøkukappríðing

Eiðishesturin Bragi vann Tvíspor l flokk tvíspor



 Undan ólavsøkukappríðingini í ár, vóru stór ivamál hjá fyrireikarunum, um hvussu tað mundi fara at ganga. Orsøkin var tann at gamla ríðibreytin ið Føroya Ríðingarfelag bygdi í 1970, er klovin í tvey av nýggja innkomuvegnum. Men aftaná stórt fyrireikingararbeiði og við góðari hjálp frá Berghestum, Articon og Tórshavnar Kommunu, so eyðnaðist at hava eina brúkbara breyt, so kappast kundi. 

Hetta var umráðandi fyri felagið, tí tað hevur verið kappast í kappríðing á hvørjari ólavsøku síðani 1936, tí legði felagið so nógv fyri, at røðin ikki var brotin. 

Kappingin eyðnaðist eisini væl, 35 ross vóru við og rætiliga fitt av fólkið var komin niðan í Marknagil at hyggja. Fyrsta greinin var tølt, hana vann á Silja G. Eystberg á hestinum Tango,´í hølinum á henni komu Johannessen brøðurnir Regin og Bárður á ávíkavist Brynjar og Stráki. Síðani var kappast í Skeið, har vann Yrsa H. Djurhuus á Orku, nr 2 gjørdist Jóannes Debes á Brúna. 

Í Trav var tað aftur Yrsa H. Djurhuus ið vann, hesaferð á hestinum Grettir, nr. 2 var Marner Joensen á Glettu og nr. 3 Lív Djurhuus og Dropi. Tvíspor ung vann Simona Tornby á Kiljan, nr 2var Hanus Patursson á Spirit og nr 3 gjørdist Sólrun S. Lútzen á Thor. Tvíspor vaksin ll flokk vann veteranurin Annfinn Reinert á Urd, nr 2 var ein annar veteranur, Hans Pauli Poulsen á Tindi, nr. 3 gjørdist Rebecka Jørgensen á Tobba. 

Tvíspor vaksin l flokk vann Alberg B. Lútzen á hestinum Braga, nr. 2 gjørdist Silja G. Eystberg á Óðin og nr. 3 Beinta Niclasen á Freyr. 











Ingen kommentarer: