Fjalir og Vør dystast mynd: Brandur í Dali |
Árliga Heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var leygardagin á breytini uppi í Marknagili.
34 ross vóru við og var hetta seinasta kappingin í hesum kappingarárinum. Fyrsta kappingin var tølt, hesa grein vann Syrpa við Regin Johannesen á baki, nummar tvey var Máni við Knút Lútzen. Máni megnaði við hesi plasering at vinna FM í tølt.
Skeið vann Sokkur og Jóna Ólavsdóttir, men tey megnaði tó ikki at vinna FM. Tað kappingina vann Viti, tað er tó Jóna Ólavsdóttir sum hevur riðið Vita flestu kappingarnar í ár, so kanska kann sigast at hon fekk bæði í posa og sekk.
Tvíspor opin flokkur vann Tindur og Hans Pauli Poulsen, Fenja við superveteraninum Svenning Reinert á baki, gjørdist nummar tvey. Travkappingina vann ein annar veteranur, Máni hjá Knút Lútzen. Máni hevur vunnið fleiri enn 10 FM og vann hann tað eisini í ár. Sum skilst var hetta seinasta kappingin hjá Mána, tað verður løgið at fara til kappríðing næsta ár uttan hendan úrmæling á breytinum.
Tvíspor ung vann Brá og Ragnheiður Ólafsdóttir, Tvíspor vaksin annan flokk vann Prins við Godtfred Joensen á baki.
Mest óvæntaða úrslitið kom í Tvíspor vaksin fyrsti flokkur. Har var tað Svanna hjá Hans Paula Poulsen ið tók øll á bólið og fekk bestu tíð av øllum hendan dagin, Hans Pauli Poulsen eigur nógvar fyrstu virðislønir, men hetta var so tann fyrsta hjá Svannu.
Øll úrslitini síggjast á leinkju við at trýsta HER
Ingen kommentarer:
Send en kommentar