Leygardagin kl 15:30 verður seinasta FM kappríðingin í ár - dystast verður á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili í Havn.
Markus og Freyr á Heystkappríðingini í fjør |
Størsti spenningurin er í greinini Tølt, har Máni og Syrpa dystast um FM. Máni hevur undan heystkappríðingina 19 stig og Syrpa hevur 16. So her skal ikki nógv til fyri at Syrpa skal koppa Mána. Tvíspor Ung er heldur ikki endaliga avgjørt, men har skal vilja illa til um Brá ikki skal varðveita sítt FM heitið frá 2015.
Skeiðkappingina hevur Viti vunnið, hann er heili 16 stig frammanfyri nummar tvey. Trav er eisini avgjørt, har er tað Máni sum hevur endurvunnið FM, hesin úrmælingurin av einum hesti hevur vunnið FM 12 ferðir og er tað helst eindømi. Tvíspor vaksin er aftur í ár vunnið av Fúsa. Fúsi hevur tó hevur fingið munandi harðari kapping í ár enn undanfarin ár.
Allar paringarnar síggjast við at trýsta á Kappríðingarleinkja
Ingen kommentarer:
Send en kommentar