Máni frá Kilhrauni og Knút Lútzen mynd: Brandur í Dali |
Leygardagin hevði Máni frá Kílhrauni sína síðstu kappríðing í trav, Máni er 20 ára gamal og hevur verið í Føroyum síðani hann var 6 ár. Hesi 14 árini hann hevur verið í Føroyum, hevur hann verið føroyameistari heili 13 ár.
Hann hevur sligið sínar egnu banarekordir fleiri ferðir. Hansara besta tíð á 250 m í startboks er 24,4 sek og á 500 m í startboks er 45,1 sek.
Eigarin Knút Lútzen og onnur hava fylgt við og spurt seg fyri men er ikki komin fram á nakað annað ross ið hevur betri tíðir enn besta tíðin hjá Mána.
Tað er sjálvandi ringt at vita, um annað ross er skjótari nú tað ikki er so vanligt at kappast einans í trav – men eingin yvi er millum rossafólk at Máni er eitt av skjótastu rossum, tá tað kemur til trav.
Tí kann Máni helst kallast, skjótasti travari í heiminum, tá tað kemur til Íslandsross.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar