19. april 2015

ÓKEYPIS ROSSAUNDIRVÍSING FYRI BØRN OG UNG


Nina Brockie og Gundrid Hansen fara í morgin at byrja eitt royndarprojekt við undirvísing fyri børn og ung. Hetta fer fram í felagshúsinum hjá felagnum. Nevndin fekk á aðalfundinum herfyri áheitan frá limum um at fyriskipa okkurt líknandi og tá heitt var á Ninu og Gunrid vóru tær til dystin fús.

Nevndin er sera takksom at fáa júst tær báðar at skipa fyri hesum, hetta ti vit meta tær hava nógv at geva frá sær, bæði innan rossalærdóm, men kanska serliga tað at báðar hava útbúgving innan
barnaøkið er ein risafyrimunur til hesa uppgávu sum er fyri framman !

Felagið hevur fyrr havt regluliga undirvísing fyri børn og nú er so tíð uppá at taka hendan táttin uppaftur - Vit í nevndin vóna at nógv børn og ung møta til undirvísing. Undirvísingin er ókeypis og bert fyri limir, men limagjaldið hjá FR er ikki kostnaðarmikilðkr. 50,- ung undir 16 ár og kr. 100,- fyri tey eldru. til ber at tekna seg á leinkju niðanfyri:

http://www.askur.fo/dforms/form311355.html


Ingen kommentarer: