Aftaná stormskaðan á Tølthøllina hjá Føroyskum Íslandsrossafelag, hevur nevndin í Føroya Ríðingarfelag gjørt av, at fyribils opna sína høll fyri limir í Føroyskum Íslandsrossafelag.
Hetta verður gjørt á tann hátt at reiðhøllin stendur opin hvørt kvøld millum klokkan 17:30 og 21:30. Tey ið vilja nýta høllina meira enn hetta kunna venda seg til onkran í nevndini hjá F.R. um at fáa lykil.
Eisini vera onnur tiltøk hjá Føroyskum Íslandsrossafelag flutt oman í Reiðhøllina hjá F.R. Her er talan um skeið og kappingar sum eru lýstar at vera í vár.
Vit í nevndini hjá Føroya Ríðingarfelag harmast stórliga um skaðan á Tølthøllina og vilja við hesum bjóða liminum hjá Føroyskum Íslandsrossafelag hjartaliga vælkomnir oman til okkum og vóna vit fáa ein hugnaligan vetur saman í reiðhøllini.
Nevndin í Føroya Ríðingarfelag
Ingen kommentarer:
Send en kommentar