18. januar 2017
Føroyingar bjóða av til landsdyst í Ístølti
Tað eru kend nøvn ið eru umboða, tá nøkur av teimum bestu reiðfólkum í norðurlondum, fara at dystast við íslandsrossum, á ísinum í Frederikshavn 28 Januar.
Føroyar vera umboðaðar av Jóanis í Hoygarðinum á hestinum Bassa frá Tindsgarði. Jóanis hevur ikki havt bestu møguleikar at venja til kappingina,
men kenna vit hann rætt, fer hann at gera sítt ítarsta fyri at koma so langt upp sum gjørligt á stigatalvuni.
Jóanis í Hoygarðinum metir at Ísland, umboða av Jóhan R. Skúlason og hesti hansara Finnbogi frá Minni-Reykjum eru favorittar, men vónar at kunna geva teimum dyst til strikuna.
Nakað av føroyskum áskoðarum, eru vanliga til Ístølt í Frederikshavn og soleiðis er eisini í ár.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar