Tilvildarlig mynd |
Nevndin hevur í longri tíð arbeitt við at bøta um trygd og atkomumøguleikar í høllini.
Tá høllin bleiv bygd vóru nakrar hurðar ísettar, ið als ikki hava virkað sum ætlað var.
Tí hevur nevndin nú skorið ígjøggnum og samtykt at víðkað
verandi hurð og neyðhurð og seta eina nýggja neyðhurð, á síðuna har fjósini eru. Hetta vera alt dupulthurðar ið lúka øll trygdarkrøv sum neyðhurðar skula. Eisini er við í ætlani, at gera dragihurð millum garaguportrið og verandi hurð. Hendan er ætlað til at fáa ross trygt inn og út úr høll. Meira kunning um lyklar o.a. kemur seinni, men greitt er at verandi skipan ikki heilt hevur virkað sum hugsað - Eisini vera neyðljós sett upp í høllini.
Ætlanin er at arbeiði við hurðum og ljósum, skal fara í gongd sum skjótast.
Samstundis var eisini avgjørt at áseta eitt lyklagjald á kr. 100,- árliga til limir ið brúka høll og felagshús. Meira kunning um hetta kemur í brævið, ið verður sent til allar limir í komandi viku.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar