F.v. Brandur í Dali, Uni Arge og Hans Vilhelm Lútzen |
Leygardagin 18. november kl. 16.00 verður bókin ”Ross og fólk” um 80 ára søguna hjá Føroya Ríðingarfelag løgd fram í felagshølunum í Havnardali. Uni Arge hevur skrivað bókina.
Føroya Ríðingarfelag varð stovnað 25. februar í 1943, men søgan hjá stuttleikaríðingini byrjar áðrenn tað. Hon tók seg upp við dreingjum, sum vóru rossaansarar hjá eitt nú Reginald Østrøm og M. C. Restorff síðst í 19. øld.
Fyrsta kappríðingin var á ólavsøku í 1921. Tá varð riðið á Sundsvegnum, har Tórsbreyt er nú. Flutt varð út á Velbastaðvegin í 1928. Har varð í fyrsta umfari riðið kapp í tvey ár, áðrenn steðgur kom í.
Kappríðingarnar á Velbastaðvegnum vórðu tiknar uppaftur í 1936, og síðan hava kappríðararnir ikki helmað í. Fleiri kappríðingar komu so líðandi aftrat teirri á ólavsøku.
Føroya Ríðingarfelag fekk ríðibreyt í Marknagili í 1970, og á henni hevur verið riðið kapp øll árini síðan. Nú skal nýggj breyt gerast, tí tunnilsarbeiði órógvar breytina í Marknagili.
Føroya Ríðingarfelag gjørdi avtalu við Tórshavnar kommunu um økið í Havnardali í 1977, og fyrstu fjósini komu har í 1981.
Felaghúsið kom í 1994 og er júst útbygt. Høllin hjá felagnum í Havnardali kom í 2007. Har hevur eisini Føroysk Íslandsrossafelag egin fjós og egna høll.
Bókin ”Ross og fólk” lýsir gjølla søguna um rossahald og kappríðing í Føroyum, og frá 1943 eltir hon serliga slóðina hjá Føroya Ríðingarfelag.
Hon er 444 síður og prýdd við einum hópi av forkunnugum myndum av kendum fólkum.
Í sambandi við framløguna í Havnardali leygardagin 18. november kl. 16.00 fer formaðurin, Brandur í Dali, at siga nøkur orð, og síðan greiðir høvundurin frá arbeiðinum við bókini.
Í ritstjórnini hava verið Hans Vilhelm Lützen og Brandur í Dali.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar