ÍSF mælir til, at øll tiltøk tær næstu 2 vikurnar, skulu útse
tast ella avlýsast, vegna smittuvandanum av corona-virusinum.
tast ella avlýsast, vegna smittuvandanum av corona-virusinum.
Hetta merkir, at skeiðið við Súsonnu Sand, sum skuldi verða 20-22 marts og rossavognaskeiðið, sum skuldi verða 23-27 marts, eru útsett til í heyst.
Eisini mæla vit til, at limirnir fylgja tilmælunum frá mynduleikunum og at brúka vit og skil.
Hava tit verið uttanlanda teir seinastu dagarnar ella fara tit uttanlands ein av komandi døgunum, skulu tit ikki koma út á økið hjá Føroya Ríðingarfelag, uttan so at tit hava verið í sóttarhald (karantænu) í 14 dagar aftaná heimkomu. Um neyðugt, kunnu tit verða burturvíst av økinum, um tit ikki fylgja hesum boðum.
Hava tit spurningar um hetta, kunnu tit venda tykkum til onkran í nevndini.
Nevndin
Ingen kommentarer:
Send en kommentar