16. marts 2020

Nýggj kunning um koronasmittuvandan

Góðu limir í Føroya Ríðingarfelag


Í samband við, at myndugleikarnir í kvøld hava hert tilmælini um koronasmittuvandan, kemur nevndin hjá Føroya Ríðingarfelag við hesum tilmæ
lum:

  • Fá tykkum ein sprittdunk í bilin og spritta hendurnar, áðrenn tit fara í fjósið.
  • Brúka einnýtishandskar ella vanligar handskar, tá ið tú fer í Havnardal.
  • Um tú hittir onkran, halt frástøðu!
  • Um tú skal tøma trillubøruna, hygg um onkur annar er við køstin. Bíða til viðkomandi er liðug/ur og halt frástøðu til títt tørn er.
  • Vaska tíni rossaklæði eftir nýtslu.
  • Um tú ætlar tær at ríða, ger hetta helst úti.
  • Ikki ríða saman við øðrum.
  • Frammyvir sleppa max. 5 fólk inn í høllina at ríða ísenn og hesi skulu halda min. 2 metur avstand. Fólk fáa max. 25 min. inni í høllini. Hetta er galdandi inntil onnur kunning kemur frá felagnum. Vinarliga yvirhaldi tíðirnar.
  • Um tú hevur verið uttanlanda og er tú komin heim eftir 12 mars – ver í sóttarhaldi í 14 dagar.!
  • Fá um neyðugt onkran at ansa tínum rossi. 
  • Sóttreinsa ríðiútgerð og ikki læna útgerð frá øðrum.
  • Framm til 1. apríl, verður felagshúsið stongt! Tó kunnu limir, sum hava lykil, fara inn á wc.
  • Fylg annars tilmælinum frá myndigleikunum. Sí corona.fo

    Í hesum korona tíðum eru vit noydd at hugsa um hvønn annan. Rossini skulu ansast og tískil er neyðugt, at vit taka serligt atlit til hvønn annan á felagsøkinum og hjálpa hvørjum øðrum úti í Havnardali.


    Nevndin

Ingen kommentarer: