9. maj 2020

Limatroyggjur

Góðu limir

Vit hava gjørt eina seravatalu við Guðrun & Guðrun um eina góða, ullinta og flotta limatroyggju, har búmerkið hjá Føroya Ríðingarfelag verður broderað á aðra ermuna. Troyggjan
verður í einum vøkrum – og praktiskum – gráum liti og verður at fáa til kvinnur, menn og børn. 
Troyggjan fæst vanliga ikki í gráum, so hetta verður okkara troyggja.

Til ber at koma og royna troyggjuna í felagshúsinum komandi týsdag og mikudag 12. og 13. mai, frá kl. 18-22. Tá verður høvi at síggja rætta litin og at bíleggja sær troyggju.


Ingen kommentarer: