16. juli 2020

Kunning í samband við Ólavsøkuskrúðgonguna

Kunning í samband við Ólavsøkuskrúðgonguna

Føroya Ríðingarfelag hevur fingið pláss til 15 ross til skrúðgonguna.
Nevndin hevur avgjørt at, tey sum skulu ríða kapp hava framíhjárætt til at verða við í skrúðgonguni. Aftaná tey, fáa børn upp til 16 ára aldur møguleika at verða við og síðani øll onnur. Eru tað fleiri enn 15, sum vilja verða við, verður trekt lut um plássini.

Tit sum ynskja at verða við, kunnu skriva ella ringja til Hall á tlf. 290025.

Nevndin

Ingen kommentarer: