Mynd tikin í 80'inum og er úr savninum hjá Hjarvar Poulsen |
Árið 1970 var ein varði í søguni hjá Føroya Ríðingarfelag. Hetta árið skipaði felagið á fyrsta sinni fyri kappríðing við Leynavatn og um heystið var nýggja breytin við Marknagil í Havn tikin í nýtslu. Síðani tá, hevur tað so verið kappast á hvørjum árið á hesum báðum breytum.
Leingi var ivamál um kappast bleiv í ár, men nú er so avgjørt at kappingin verður komandi leygardag kl. 15
Reiðfólkum hava tó altíð dámt væl at ríða kapp við Leynavatn og er hetta ofta tann kappingin, har flest ross luttaka. Vanligt er eisini at nógv fólk hyggja at kappingini við Leynavatn. Fyrr vóru tað fleiri túsind fólk og hugdu, men aftaná at sjónvarpið og teldurnar komu, so er talið minkð, men enn eru nógv sum hava sum fastan sið, at leita sær á Leynavatn, tá kappríðing er.
Reiðfólkini ríða sum vant úr Havnardali og norður á Leynavatn kvøldið fyri kappingina, tað verður so tjalda við Leynavatn. Aftaná kappríðingina leygardag, er so bál har grill og felagssangur er á skránni. Nevndin í Føroya Ríðingarfelag sigur at í samband við 50 ára haldið, hava tey fingið Sámal Ravnsfjall og Signar í Homrum at spæla meðan bálið er.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar