27. juli 2023

Metstór luttøka í ólavsøkukappríðingini

 

Nógvir spennandi riðlar eru helst í væntu ólavsøkudag

Tað vera heili 44 ross ið fara at kappast í ólavsøkukappríðingini í ár. Hetta er hægsta luttøkutalið hesumegin aldarskiftið. Kappingin verður sum vant í Marknagili, ólavsøkudag kl 15.

Rossini er deild soleiðis - Í Tølt eru 7 ross, Skeið 6 ross, í Trav eru 12 ross, Tvíspor ung 7 ross, Tvíspor vaksin ll flokkur 4 ross og Tvíspor vaksin l flokkur 8 ross. 

Har tað í nøkrum greinum finnast rættiliga greiðir favorittar, so er tað í Tvíspor Vaksin l flokkur, nærum vónleyst at meta um hvør vinnur. Tað hava higartil í ár, verið tvær kappingar. Tí fyrstu við Leynavatn, vann Bragi við Elisabeth Niclasen á baki og í Vágum vann Thor við Regin Johannessen. Hesir báðir hestarnir muga metast at hava ein góðan kjans at vinna á ólavsøku, men hvørki fyrrverandi føroyameistarin, Freyr, verandi føroyameistarin, Svanna, ella hini rossini í Tvíspor l flokki skula undirmetast. Útav 8 rossum sum eru við í bólkinum, kunna tey 6 helst meta seg hava ein góðan møguleika at vinna heiðursmerkið á degnum, meðan hini bæði heilt vist hava vónirnar. Eisini skal havast í huga at í Marknagili kappast l flokkur á 500 mtr, har tað bæði við Leynavatn og í Vágum verður runnið 250 mtr, hetta broytir nakað uppá fortreytirnar hjá rossunum - Alt hetta skuldi borga fyri eina spennandi kapping á ólavsøku.

Travkappingin kann eisini gerast spennandi. Hetta er størsti bólkur á degnum. Í Tvíspor ung er eisini vert at leggja tilmerkis at Sirkill við Ranju K. H. Djurhuus á baki, higartil í ár hevur havt betri tíðir enn tey vaksnu til báðar kappingarnar, so hetta er ein sera skjótur hestur. Á ólavsøku ber tó ikki til at samanbera tíðirnar, tá tey ungu ríða 250 mtr, meðan l flokkur sum fyrr nevnt renna 500 mtr. 

Allar paringarnar síggja við at trýsta  HER





  

25. juli 2023

Barbara og Forseti vera fremst í skrúðgonguni

Mynd: Faroephoto - Barbara Carlsen og Forseti koma at ganga á odda í skrúðgonguni

Tað verður í ár Barbara Carlsen og hestur hennara, Forseti, ið koma at ganga á odda fyri árligu skrúðgonguni til setana av ólavsøku. Barbara Carlsen gjørdist føroyameistari í Tvíspor í fjør og hevur tískil tann frammíhjárætt at ganga á odda fyri skrúðgonguni í ár. Hon vann FM á ryssuni Svannu hjá Hans P. Poulsen, men hevur tó valt at marsjera við sínum egna hesti. 

Barbara Carlsen sigur at hon kennir seg sera trygga á Forseta, og tað at hesturin fyrr hevur roynt at gingið á odda fyri skrúðgonguni, ger bara valið lættari. Barbara Carlsen sigur annars um Forseta, ið er 19 ára gamal íslenskur hestur, at hann kann brúkast til alt, fjallatúrar, kappingar o.a.. Hesturin er væl vandir og Barbara Carlsen sigur at tað at hon kennir hestin so væl, ger at hon hevur fult álit á honum. Forseti skal eisini kappast í Marknagili ólavsøkudag. Fyrru ferðina Barbara Carlsen og Forseti gingu fremst í skrúðgonguni, var í 2021. Eisini tá vegna tað at Barbara Carlsen var vorðin føroyameistari árið fyri, við ryssuni hjá Hans P. Poulsen. 

Barbara hevur riðið frá barnsbeini av, uppvaksin við Marknagilsvegin var ringt ikki at luttaka í rossalívinum, ið var og er har um leiðina. At foreldrini eru grannar hjá Heðin Samuelsen sum átti ross, gjørdi ikki støðuna verri. Hon reið eisini kapp longu á heilt ungum árum, m.a. eisini á rossið hjá Hans Paula Polsen, tá á gomlu Svonnu, mammu Svonnu núverandi føroyameistaranum. Barbara sigur seg eisini hava fingið gott í beinini frá Poulsen familjuni á Gráasteini.

Skrúðgongan er gamal ólavsøkusiður, reiðfólkini byrjaði skrúðgonguna longu í 1942. Í nógv ár var Sverri Trónd sjálv ímyndin av ólavsøkuna, tá hann reið á odda fyri skrúðgonguni. Tá hann gavst, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at flaggberi skuldi vera tann ið var føroyameistari í Tvíspor vaksin árið fyri. Um hesin ber seg undan, velur nevndin flaggberan.  

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag ið varar av rossunum í skrúðgonguni, hava í ár lagt eyka dent á at reiðfólkini koma við væl vandum rossum, hetta skula eisini vera ross ið tola troðkan og nógvan gang. Kanska serliga er hetta alneyðugt í ár, nú alt er broytt við nýggju ánni á Vaglinum. 



 

22. juli 2023

Ólavsøkukappríðing


 

23. juni 2023

Kunning um breytina í Marknagili og FM kappingar



Breytin hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili

 Í samband við arbeiði hjá Tórshavnar Kommunu og Articon, at byggja nýggjan tunnil úr Villingardali til Marknagil, eru nógv sum hava forvitnast um hvussu verður við breytini hjá felagnum í Marknagili. 

Svarið er at tað vita vit ikki fyri vist, vit hava tó havt ein jaligan fund við borgarstjóran og varaborgarstjóran, har avtalað var, at ymiskir møguleikar skulu kannast fyri framhaldandi møguleikum fyri kappríðing, antin í Marknagili, ella í Havnardali. Hesar kanningar eru nú í gongd og tá vit eru komin nakað longur, fer nevndin at kallað inn til eykaaðalfund, hetta til at kunnað limirnar um hvørjir møguleikar eru, og at kannað hvat limirnir halda um málið.  

Tað er tó greitt at arbeiði í Marknagili skal byrja sum skjótast, tí er avtala við Vága Ríðingarfelag at býta um uppá kappingarnar í heyst, soleiðis at seinasta kappingin í Marknagili, áðrenn skotið verður fyri tunlinum verður 12 august. So verður kappingin í Vágum 26 august. 

Kappríðingarbreytin í Marknagili, sum er ogn hjá Føroya Ríðingarfelag var tikin í nýtslu í 1970 og hevur tað verið riðið kapp har, á hvørjum árið síðani tá. 

19. juni 2023

Bragi vann annað árið á rað við Leynavatn

 

Bragi við Elisabeth Niclasen á baki

Sólin skein oman og niðan, tá rossini skuldi renna kapp við Leynavatn leygardagin. Tað vóru eisini nógv fólk komin at hyggja at spennandi kappingini. 

Serliga stórur var spenningurin undan kappingini í Tvíspor l flokki. 8 ross vóru meldaði til og er hetta hægsta tal seinastu mongu árini. Tað gjørdist eisini ein sera tøtt kapping, um ikki í sjálvum riðlinum, har var eingin heit tættur riðil. Men í kappingini um fyrsta plássið var tætt og nr. eitt, tvey og trý komu úr trimum ymiskum riðlum. Tað var minni enn 0,6 sek millum hesi nummar eitt og trý, tá er gott við góðari tøkni at máta tíðina. 

Nummar eitt var sama ross sum vann ið fjør, Bragi av Eiði, hesaferð við Elisabeth Niclasen á baki, nummar tvey var Silfa úr Havn við ungu Ása Bárðardóttir, hon vann harvið silvur í fyrstu royndini millum tey vaksnu. Nummar trý var Thor úr Syðradali við Regin Johannesen. 

Størsti flokkurin á degnum var Trav, 12 ross vóru við, vinnari gjørdist Grettir av Argjum við Halli Hansen sum reiðmanni, nummar tvey var Prinsessa úr Havn og Elisbeth Niclasen, nummar trý var Brita og Regin Poulsen úr Miðvági. 

Tvíspor ll flokk vann Hans Pauli Poulsen á Tindi, hinar flokkarnar vunnu hesi. Tvíspor ung, Sirkill og Ranja K. H. Djurhuus, Skeið Stígur og Randarsól Heinesen og Tølt vann Sirkill við Ranju K.H. Djurhuus. Stuttleikakappingina vunnu Viti og Jóna Ólavsdóttir. 

Øll úrslitini síggjast her: Úrslit Leynavatn





15. juni 2023

Stórur spenningur undan kappríðingina við Leynavatn.

Marengo og Freyr eru millum biðlarnir at vinna við Leynavatn

Tað munna vera nógv ár síðani, at so stórur spenningur hevur verið undan kappríðingina við Leynavatn. 43 ross eru tilmeldaði, harav 8 í Tvíspor l flokk. Øll rossini í fyrsta flokki eru somikið skjót, at tey ið paraðu, høvdu stórt høvuðbrýggj at para teir fýra riðlarnar í flokkinum. Helst vil tað vera onkur sum ikki er heilt nøgdur, men nú fáa rossini so høvið at prógva seg leygardagin Tað er ikki órealistiskt at siga at øll átta rossini í flokkinum hava møguleika at vinna sær heiðursmerkið, so jøvn eru hesi rossini.

Seinasti riðilin er millum fyrrverandi føroyameistarinum, Freyr úr Lamba við Onnu Magnussen á bakið, móti verandi føroyameistarinum, Svonnu við Hans Paula Poulsen. Millum hini rossini kunna nevnast Silfa ið fyrr hevur vunnið FM fyri ung og Bragi ið vann við Leynavatn í fjør. 

Hinir bólkarnir eru mannaðir soleiðis - Tølt 7 ross, Skeið 8 ross, Trav 12 ross, Tvíspor ung 5 ross, Tvíspor ll flokkur 3 ross. 

Øll paringin sæst á leinkju her: Leynavatn 2023

Marengo og Freyr - Leynvatn 2019


5. juni 2023

Leynavatn 17/6