Marengo og Freyr eru millum biðlarnir at vinna við Leynavatn |
Tað munna vera nógv ár síðani, at so stórur spenningur hevur verið undan kappríðingina við Leynavatn. 43 ross eru tilmeldaði, harav 8 í Tvíspor l flokk. Øll rossini í fyrsta flokki eru somikið skjót, at tey ið paraðu, høvdu stórt høvuðbrýggj at para teir fýra riðlarnar í flokkinum. Helst vil tað vera onkur sum ikki er heilt nøgdur, men nú fáa rossini so høvið at prógva seg leygardagin Tað er ikki órealistiskt at siga at øll átta rossini í flokkinum hava møguleika at vinna sær heiðursmerkið, so jøvn eru hesi rossini.
Seinasti riðilin er millum fyrrverandi føroyameistarinum, Freyr úr Lamba við Onnu Magnussen á bakið, móti verandi føroyameistarinum, Svonnu við Hans Paula Poulsen. Millum hini rossini kunna nevnast Silfa ið fyrr hevur vunnið FM fyri ung og Bragi ið vann við Leynavatn í fjør.
Hinir bólkarnir eru mannaðir soleiðis - Tølt 7 ross, Skeið 8 ross, Trav 12 ross, Tvíspor ung 5 ross, Tvíspor ll flokkur 3 ross.
Øll paringin sæst á leinkju her: Leynavatn 2023
Marengo og Freyr - Leynvatn 2019 |
Ingen kommentarer:
Send en kommentar