Bragi við Elisabeth Niclasen á baki |
Sólin skein oman og niðan, tá rossini skuldi renna kapp við Leynavatn leygardagin. Tað vóru eisini nógv fólk komin at hyggja at spennandi kappingini.
Serliga stórur var spenningurin undan kappingini í Tvíspor l flokki. 8 ross vóru meldaði til og er hetta hægsta tal seinastu mongu árini. Tað gjørdist eisini ein sera tøtt kapping, um ikki í sjálvum riðlinum, har var eingin heit tættur riðil. Men í kappingini um fyrsta plássið var tætt og nr. eitt, tvey og trý komu úr trimum ymiskum riðlum. Tað var minni enn 0,6 sek millum hesi nummar eitt og trý, tá er gott við góðari tøkni at máta tíðina.
Nummar eitt var sama ross sum vann ið fjør, Bragi av Eiði, hesaferð við Elisabeth Niclasen á baki, nummar tvey var Silfa úr Havn við ungu Ása Bárðardóttir, hon vann harvið silvur í fyrstu royndini millum tey vaksnu. Nummar trý var Thor úr Syðradali við Regin Johannesen.
Størsti flokkurin á degnum var Trav, 12 ross vóru við, vinnari gjørdist Grettir av Argjum við Halli Hansen sum reiðmanni, nummar tvey var Prinsessa úr Havn og Elisbeth Niclasen, nummar trý var Brita og Regin Poulsen úr Miðvági.
Tvíspor ll flokk vann Hans Pauli Poulsen á Tindi, hinar flokkarnar vunnu hesi. Tvíspor ung, Sirkill og Ranja K. H. Djurhuus, Skeið Stígur og Randarsól Heinesen og Tølt vann Sirkill við Ranju K.H. Djurhuus. Stuttleikakappingina vunnu Viti og Jóna Ólavsdóttir.
Øll úrslitini síggjast her: Úrslit Leynavatn
Ingen kommentarer:
Send en kommentar