Glað børn og ung í Reiðhøllini |
Í døgunum 5.mars til 9. mars skipaði Føroya Ríðingafelag fyri ríðuskeiði fyri børn. Ríðulærarar vóru Gunrid Hansen og Nina Brockie. Tilmeldaði vóru 12 børn í aldrinum 6 til 14 ár. Skeiðið varð skipað soleiðis, at yngru børnini riðu saman og tey eldru saman. Dentur varð lagdur á at stimbra ríðingina hjá tí einstaka barninum, men eisini at stuðla undir sambandið ímillum barn og ross. Hetta var eitt nú gjørt við ymiskum venjingum, har børnini skuldu biðja rossini ganga fram, steðga, upp í ferð og so niður aftur. Í hvørjari venjing vóru smáspøl løgd inn í undivísingina til at styrkja um samanhaldið ímillum børnini. Tað kundi vera at ríða fram, heilsa uppá ein av hinum ryttarunum, geva”high five”. Men eisini at fylgjast tvey og tvey. Børnini sluppu eisini at royna ymiskar forðingar. Venjingarnar vóru avbjóðandi fyri rossini eins væl og børnini. Til tess at skeiðið skuldi stuðla undir kappingar, ið felagið hvørt ár skipar fyri, var eitt nú kappríðingaráseta og venjing á skránni. Hetta megnaðu øll børnini sera væl, og hildu tey at hetta var stuttligt. Eingin ivi er í, at felagið eigur ríka framtíð í børnum og ungum.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar