Nýggja nevndin er frá vinstru, Hallur Hansen, Tummas Pauli av Reyni, Karlon Winther, Bryndis Hjartardóttir, Jakobina Niclasen, Osvald S. Johansson og Óli Johan Láberg |
Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag tann 27/2 varð nýggj nevnd vald, fomaðurin seinasti árini Brandur í Dali, stóð fyri valið og stillaði ikki uppaftir til nevndarval.
Tí var greitt at umframt nýggjir nevndalimir, skuldi felagið eisini hava nýggjan formann.
Nevndavalið fall út soleiðis at Hallur Hansen og Tummas Pauli av Reyni vóru valdir til tvey ára skeið, meðan Jakobina Niclasen og Osvald S. Johansson vóru vald til eitt ára skeið.
Karlon Winther og Óli Jóhan Láberg vóru valdir sum tiltakslimir.
Formaðurin verður eisini valdir beinleiðis á fundinum og har var Hallur Hansen valdir uttan mótvalevni. Hallur hevur sitið í nevndini seinasti tvey árini og skal sostatt nú royna seg sum formann.
Nevndin hevur á fundi í kvøld skipað seg og valt ymsar nevndarsessir, hetta fall soleiðis út.
Formaður, Hallur Hansen
Næstformaður, Bryndis Hjartardóttir
Nevndarlimir, Jakobina Niclasen, Osvald S. Johansson og Tummas Pauli av Reyni
Tiltakslimir, Karlon Winther og Óli Jóhan Láberg
Aðrir sessir
Kappingarnevnd, Óli Jóhan Láberg
Ungdómsnevnd, Anna Maria Holm Nolsøe
Kassameistari, Bjørn Patursson
Ríðisambandið, Brandur í Dali
Ingen kommentarer:
Send en kommentar