30. marts 2018

Marner vann Búrøkt Cup

Vinnarar í Búrøkt Cup, f.v. Marner Joensen, Anna M. H. Nolsøe og Michel Nielsen

Nú vikuna fyri páskir, skipaði Føroya Ríðingarfelag fyri tí áligu Búrøkt Cup kappingini. Helst kannast tey flestu betri við heitið Dixie Cup. Men nú hevur hon fingið navn eftir høvuðsstuðlinum hjá felagnum.

Hetta er  kapping sum skilir seg burtur frá øðrum kappingum hjá felagnum, við tað at hon heldur enn ferð, snýr seg um at reiðfólk og ross saman skula dystast í ymsum avbjóðingum, sum t.d. lop, ringríðing og at fara um portur. Hetta minnir nógv um summar greinar í teimum altjóða TREC kappingunum.

Vinnari í ár gjørdist Marner Joensen úr Kollafirði. Marner er kendir innan kappríðing og fyri nærlagni at venja rossini nógv, so tað var kanska ikki óvænta at hann endaði ovast á pallinum i Búrøkt Cup.
Nummar tvey gjørdist Anna Maria Holm Nolsøe og nummar trý Michel Nielsen.

Búrøkt lat vinnarunum vinningar úr handlinum og eisini var lutakast millum tey ið kappaðust um ein serligan vinning.







Ingen kommentarer: