29. maj 2017

Væleyðnaðir Djóradagar



Farna vikuskiftið var Havnardalur karmur um árligu Djóradagarnar hjá Føroya Ríðingarfelag.
Aftur í ár var tiltakið sera væl vitja, mett verður at áleið 5500 fólk hava verið á økinum teir báðar dagarnar tiltakið var.


Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag sigur at tey fegnast sjálvsagt um tey mongu vitjandi. Tey í felagnum siga, at tey ferð aftaná ferð vera tikin á bóli, um hvussu vælumtókt teirra tiltak er.
Onkursvegna man tað vera ein stórur tørvur á einum tiltakið, sum setur børn og barnsliga sálir í fokus. Felagið hevur øll árini gjørt sær ómak at varðveita tiltakið á einum støði, har hugnin,  tað óformella og lágir prísir telur meira enn løtuvinningur.

Djóradagar vera sjálvsagt aftur í 2018 og Brandur í Dali sigur, at tey í vikuni fara at eftirmeta tiltakið, soleiðis at tey kunna gera sítt til, at tiltakið gerst enn betri og enn meira vælumtókt.

Felagið takkar teimum mongu ið vitjaði, umframt stuðlar, djóraeigarar og tey meira enn 100 sjálvbodnu, sum gjørdi sítt til at tiltakið eyðnaðist so væl.

2 kommentarer:

Anonym sagde ...

Eitt sera væleydnað tiltak i ár! Vit eru sera vælnøgd við at alt "kostaði" eina billett og at tað er so væl fyriskipað við parkeringsvørðum og starvsfólkum annars. Takk fyri eitt super gott tiltak í ár!

Anonym sagde ...

Hvar síggi eg vinnaranr. av lutaseðlunum?