Hans Pauli Poulsen sum vit kenna hann best, á Sólvindi á veg móti ein av teirra nógvu fyrstu virðislønum |
I dag 2 mai rundar ein av fremsti og
kendasti reiðmonnum tey sjeyti. Talan er um Hans Paula Poulsen úr
Havn, Hans Pauli hevur riðið kapp í nógv ár, hóast hann kanska
ikki byrjaði heilt so tíðliga á árum, sum nógv onnur, so er
hann helst millum tey sum eiga mest kappingar á baki, at hann er
milllum tey sum eiga mest heiðursmerkir, er so einki at fara skeivur
av.
Serliga gjørdist Hans Pauli ein ýmind á kappingarbreytinum saman við hestinum Sólvindi, teir báðir vóru einaráðandi í
nógv ár, og eiga mær kunnugt øll met ið eru innan
kappríðing í Føroyum.
Tað vera helst nógv ár áðrenn hesi
met vera tikin, og avrikini hjá Hans Paula og Sólvindi, fara heilt
vist at standa sum ein varði í søguni hjá kappríðing her á
landi.
Tá Sólvindur legði árarnar inn,
vóru helst fleiri ið hugsaði at nú gavst Hans Pauli eisini. Maðurin gekk móti teimum sjeyti og tað var heilt vist at hann ongantíð fór at fáa bara
líknandi hest aftur. Men treiskur er hann sum fáur, hann fekk sær ikki
bara eitt nýtt ross at kappast við, men tvey. Og gjørdi so ikki mætari enn at hann á heystkappríðingi tók øll á bóli og
vann Tvíspor l flokk við ryssuni Svannu.
Hans Pauli er eisini sín egin, hóast
hann hevur stóra vitan og hevur avrikað meira enn tey flestu, so er
hann lítillátin, hann er ikki tann ið ger stórt hóvasták burtur
úr, men tað kunna vit onnur so gera í dag, tá vit fara at heiðra
Hans Paula Poulsen á runda degnum.
Til lukku við degnum Hans Pauli
Vegna Føroya Ríðingarfelag
Brandur í Dali
Brandur í Dali
Ingen kommentarer:
Send en kommentar