24. maj 2017

Føroya størsta familjutiltak á skrá nú vikuskiftið



Fólkini ið vara av Føroya Ríðingarfelag hava seinastu nógvu vikurnar, arbeitt av øllum alvi at skipa fyri Djóradøgum 2017. Tiltakið verður í Havnardali, komandi vikuskiftið, báðar dagar kl 14 til 18.


Djóradagar verður nevnt Føroya størsta, besta og hugnaligasta familjutiltak. Orsøkin er helst at hetta er tiltak, ið burturav er ætla børnum og barnsligum sálum, nógv børn og vaksin nýta høvið á hvørjum árið, at vitja dýrini í hugnaliga umhvørvinum í Havnardali.

Tiltakið er skipað á tann hátt at djór eru bæði inni í fjósum og úti í girðingunum har rossini vanliga ganga. Felagið hevur djór av alskyns slag at vísa teimum vitjandi, líka frá heimalombum, dunnuungum, fasanar til fjallaneyt og lama.

Afturat hesum er esini gjørligt hjá børnum at royna hoppiborgir, sleppa á rossabak og nógv annað. Meðan børnini hugna sær við hesum ber til hjá teimum vaksnu at finna sær ein kaffimunn og kanska eina heimabakaða vaflu afturvið.

At tiltakið er væl dámt eru hesi boð sum felagið sendandi fekk frá einum vitjandi greitt tekin um:

"Fínasta slag 👍 tak fyri svari ☺ børnini gleða seg, og eg haldi so heilt sikkurt at djóradaganir er Føroya besta familju tiltak 👍"

Brandur í Dali, formaður í felagnum sigur at seinastu árini hava verið væl yvir 5000 vitjandi á økinum tá Djóradagar eru á skrá, .Hetta krevur sjálvsagt nógv av felagnum og í ár eru yvir 100 fólk við til at skipa fyri tiltakinum. Brandur sigur at hetta vísur hvussu gott samanhald er í felagnum, Djóradagar hevði sjálvsagt ikki verið gjørligir, uttan stóra arbeiði hjá teimum mongu sjálbodnu hjálparfólkunum.


Ingen kommentarer: