12. juni 2016

Kappríðing við Leynavatn og nýggj stuðulsavtala við BÚRØKT

Tað er bara 6 dagar til kappríðingina við Leynavatn, hetta er vanliga tann kappingin á árinum har flest ross eru við.
Seinasta freist at melda til er mikukvøldið kl 19.
Eisini hava vit tey gleðiligu boð
at vit hava endurnýggja og viðka um stuðulsavtaluna við BÚRØKT um at tey eru høvuðsstuðul hjá kappríðíngum - Hetta merkir m.a. at tað aftur í ár verður lutakast um eitt gávukort áljóðandi kr. 5.000,- millum øll tey sum luttaka í kappingunm í summar - Drigið verður á heystkappríðingini.  Eisini fer BÚRØKT at heiðra vinnarar við øðrum vinningum á kappingunum hjá okkum.
Nevndin er sera fegin um nýggju stuðulsavtaluna við BÚRØKT.
BÚRØKT er størsti veitari av vørum til rossafólk, alt líka frá hoyggji til hestaskógvar og saðlar er at fáa í handlinum hjá BÚRØKT.


Ingen kommentarer: