8. juni 2016

Ein eldsál fyllur runt, til lukku Óli Jóhan

Tað eru nøkur hvøss horn ein skal um í lívinum - Dagurin tá man rundar hálva øld á foldum, man helst metast sum eitt av teimum heilt hvøssu. Í dag 8/6-2016 fer so ein av heilt stóru eldsálinum í Føroya Ríðingarfelag um hetta vegamót.
Talan er um Óla Jóhan Láberg, hóast flest helst vildi mett hann at vera nakað yngri, lýgur kalendarin ikki og Óli Jóhan rundar í dag tey fimti árini.


Óli Jóhan er gamal í garði úti í Havnardali, barnaárini flestu vóru helst mest brúkt í Gundadali, har
svart hvíta liðið var stóri kærleikin - har brúkti hann nógvar løtur, bæði sum leikari og seinni sum hjálpardómari, sum tað verður kallað nú á døgum.
Lukkutíð fyri okkum í Havnardali troðkaði áhugin fyri rossum so líðandi fótbóltin út á eitt síðuspor, og har Óli Jóhan er, har er hann heilur - So nú er hann heldur í Havnardali enn í Gundadali, eisini sunnudagar tá B36 spælir.

Foreldrini eru Ove og Katrin Láberg, pápin úr Skopun og mamman av Sandi, men búsitandi á Tórgarði í havn - Óli Jóhan eigur døtrina Bjørk saman við Kristfríð Dam Jacobsen sum eisini hevur sína dagliga gongd í Havnardali. Til dagliga arbeiðir Óli Jóhan hjá MBM, mesta av arbeiðstíðini fer við viðlíkahaldi av tólum hjá bóndum. Hann er útlærdur sum bilsmiður og hevur eisini arbeitt í nógv ár sum elektrikkari.

Óli Jóhan hevur í mong ár verið góður í ráðum hjá felagnum, hevur sjálvur sitið í nevndini, í løtuni er hann tiltakslimir, men tað sum vit helst kenna hann best fyri, er hansara ótroyttiliga arbeiði fyri felagið, kanska serliga innan tøkni, bæði til kappríðingar og ikki minst tá Djóradagar eru.

Tílikt stríð kann ikki yvirmetast, tílíkar eldsálir halda hjólinum í gongd og tað vil eg vegna felagið og meg sjálvan takka mangar ferðir fyri - Til lukku við degnum Óli Jóhan

Brandur í Dali

Ingen kommentarer: