Allir greinavinnarar avmyndaðir saman. F.v. Zacharias R. Jakobsen, Barbara Reynheim, Regin Johannesen, Knút Lútzem, Ragnheiður Ólafsdóttir, Hallur Hansen og Jóna Ólavsdóttir |
Siðvanda kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag við Leynavatn var leygardagin. Í allarbest líkindum skuldi 36 ross dystast um hvør var skjótast í 7 ymsum greinum.
Fyrst vóru tað tøltrossini ið kappaðust, her gjørdist Regin Johannesen á Syrpu og Knút Lútzen á Mána javnir við tíðini 11,6 á 100 metrum - Teir mátti so royna umaftur og tá vóru Syrpa og Regin Johannesen eitt vet betri. Nr. 3 gjørdist Valborg Laksafoss á Jøkli.
Skeiðkappingina vann Viti við Jónu Ólavsdóttir á baki, men tað var ikki uttan dyst, tí eisini her var neyðugt við umrytti, mótstøðan kom frá Tokka og Sólrun Poulsen, sum tó at enda noyddist at taka til takka einum øðrum plássi. tey høvdu bæði tíðina 11,1 á 100 metrum Regin Johannesen og Sina gjørdist nr. 3 við tíðini 12,4.
Travkappingina vann úrmælingurin Máni, sum hevur vunnið mestsum hvørja kapping nógvu árini. Knút Lútzen reið á Mána, tíðin var 30, 8 sek á 250 metrum - Jøkull við Valborg Laksafoss gjørdist nr. 2 við tíðini 35,6 og Stígur hjá Joan Hansen nr. 3 við tíðini 38,6.
Skjótasta tíð í tvíspor á breytini hendan dagin kom í tvíspor ung. Ragnheiður Ólafsdóttir á Brá megnaðu at renna teir 250 metranar uppá 19,2 sek og tað var betri enn nakar av teimum vaksnu reiðfólkunum kláraði hendan dagin. Flott avrik av Brá og Ragnheiður Ólafsdóttir. nr. 2 og 3 gjørdist Rebekka Hoydal Joensen á Urd, 20,5 og Angelika av Sondum á Teistu, 20,8.
Í opnum flokki var bara eitt ross, so har var tað ein avgreiðsluspurningur hjá Michel Nielsen og Cometa at vinna..
Tvíspor ll flokk vann Brandur við Halli Hansen á baki, tíðin var 21,3. Nr. 2 var Markus og Sólrun Poulsen og nr. 3 gjørdist Brynja við 80 ára gamla norðradalsmanninum Svenningi Reinert á baki.
Tvíspor l flokkur var vunnin av verandi føroyameistaranum Fúsa við Zacharias R. Jakobsen á baki, tíðin var 19,3. Fúsi hevur aftur í ár lagt seg á odda í FM kappingini og má metast sum greiður favorittur at endurvinna FM heitið. Nr 2 gjørdist Sina við Regin Johannsen á baki, tíðin var 20 3. Anna Magnussen og Freyr vunnu 3 pláss við Leynavatn, tíðin hjá teimum var 20,6.
Aftaná var skipað fyri stuttleikakapping og hana vann Barbara Reynheim á Grekku.
Øll úrslitini eru at síggja á leinkjuni niðanfyri.
ÚRSLIT LEYNAVATN 2016
Myndamenn eru Símeon Sigurstein og Rani í Dali
Svenning Reinert við merkinum á veg út á startin |
Jóna Ólavsdóttir og Viti vunnu skeiðkappingina |
Brá og Ragnheiður Ólafsdóttur høvdu bestu tíð av øllum hendan dagin |
Hallur Hansen og Brandur í stórum stíli á veg um málstrikuna, teir báðir vunnu Tvíspor ll flokk |
Sina og Regin Johannsen eiga munin á Grekku og Tummas Rubeksen |
Annfin Reinert og Vør móti Onnu Mariu H. Nolsøe á Fjalir |
Fúsi og Zacharias R. Jacobsen vunnu tvíspor l flokk |
Mynd tikin úti á startinum |
Vinnarar Tølt - f.v. nr. 1 Regin Johannsen (Syrpa), nr. 2 Knút Lútzen (Máni) og Valborg Laksafoss (Jøkull) |
Vinnarar Skeið - f.v. nr. 1 Jóna Ólavsdóttir (Viti), nr. 2 Sólrun Poulsen (Tokki) og nr. 3 Regin Johannesen (Sina) |
Vinnarar trav - f.v. nr. 1 Knút Lútzen (Máni) nr. 2 Valborg Laksafoss (Jøkull) og nr. 3 Joan Hansen (Stígur) |
Vinnarar Tvíspor ung - f.v. nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttur (Brá) nr. 2 Rebekka Hoydal Joensen (Urd) og nr. 3 Angelika av Sondum (Teista) |
Vinnarar Tvíspor ll flokkur - f.v. nr. 1 Hallur Hansen (Brandur) nr. 2 Sólrun Poulsen (Markus) og nr. 3 Svenning Reinert (Brynja) |
Vinnarar Tvíspor l flokkur - f.v. nr. 1 Zacharias R. Jakobsen (Fúsi), nr. 2 Regin Johannesen (Sina) og nr. 3 Anna Magnussen (Freyr) |
Vinnarar stuttleikakappingin - f.v. nr. 1 Barbara Reynheim, nr 2 Hans Pauli Poulsen og nr. 3 Barbara Carlsen |
Ingen kommentarer:
Send en kommentar