Tórshavnar Kommuna boðar við teldubrævið dagfest d.d. at tey aftaná stórt trýst frá gongufelagnum, felagnum Tórshavn og súklufeløgum hava avgjørt at leggja asfalt á allar rossagøturnar rundan um havnina.
Tað fyrsta sum verður asfaltera eru gøturnar merktar við gulum á myndini. Boði Haraldsson frá tekniski umstingini hjá Tórshavnar Kommunu heitir í teldubrævinum á rossafólk um at fara væl við asfaltinum tá tað er álagt. Eisini viðmerkir Boði at gongu og súklufólk hava hug at ilskast inn á rossalort á rossagøtunum
Í samband við asfaltarbeiði verða allar rossagøturnar stongdar í apríl mánaði, tað vil siga frá í dag av.
Nevndin í Føroya Ríðingarfelag fer at taka málið upp á snarfundi mánadagin.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar