30. marts 2016

Ross og ferðsla




  • Rossið er eitt djór sum í stóran mun vera stýrd av íelvi (instinkt) og ikki er óvanligt at ross rýma undan akførum um tey kenna seg ótrygg. Vit hava tí sett saman nøkur góð ráð til reiðfólk og teimum ið møta ross í ferðsluni. 

  • Tá tú koyrir bil og skal framvið einum rossið


    Heste i trafikken: Når du kører bil og skal forbi en hestTak altíð atlit fyri rossum í ferðsluni. Hetta eru stór djór, ið kunna gerast bangin og leypa til viks ella fara til stroks, hetta um tey vera kløkk av brádligum larmi ella støðum tey ikki eru von við. T.d. bilum sum speada upp, ein beriposi ið flagsar í vindinum ella um okkurt tey ikki hava hoyrt knappliga kemur undan onkrum blindum vinkli.
    Tá ross gerast bangin kunna tey elva til stóran vanda, bæði fyri seg og onnur í ferðsluni.
    • Set ferðina niður og halt góða frástøðu
    • Um tað ikki er møguleiki at koma framvið rossinum, halt so frástøðu til høvið býðst
    • Ross gerast ofta bangin fyri larmi tey ikki eru von við, so um tú koyrir við last ið larmar er ráðiligt at vera eyka varin
    • Um tú steðgar fyri at lova rossinum framvið, so bíða til tú er tryggur at rossið er komið væl framvið áðrenn tú speadar upp.
    • Gev gætir um reiðfólkið gevur tekin um at steðga ella at lækka ferðina - Tað kann vera at rossið ikki er trygt við bilum
    • Sløkk altíð langljósini tá tú møtir rossum í myrkrið

    Tá tú á súklu skal framvið einum rossið

    Súklan er nærum ljóðleys. Tí varnast ross og reiðfólk ikki súkluna fyrr enn hon er heilt tætt við. Hetta styggir ofta ross.

    • Tryggja tær at ross og reiðfólk vita tú er har, rópa ella nýt ringiklokkuna
    • Halt frástøðu tá tú fer framvið
    • Gev gætir um reiðfólkið gevur tekin um at steðga ella at lækka ferðina - Tað kann vera at rossið ikki er trygt við súklur
    • Tá tú ríður í ferðsluni

      Heste i trafikken: Når du rider i trafikken
      Vís atlit til onnur í ferðsluni, hugsa um at summi fólk ræðast ross og ikki vita hvussu ross bera seg at í ymiskum støðum
      • Ríð altíð í hjálmi 
      • Ríð í rekkju, ikki lið um lið
      • Hav altíð samband við rossið við teyminum
      • Ung og ótrygg ross skula altíð fylgjast við eldri ella ferðslutryggum rossum
      • Gev tekin til onnur í ferðsluni
      • Um tit eru fleiri er hent at rossini fylgjast og fara yvirum vegin saman, minst til at ross eru floksdjór.
      • Minst til endurskin, helst vest.

      kelda: sikker trafik

    Ingen kommentarer: