12. marts 2016

Helena og Elska stóru vinnaranir í Dixie Cup

Tað gjørdist Helena Dahl Thomsen og ryssan Elska ið gjørdist stóru vinnaranir tá árliga Dixie Cup kappingin hjá Føroya Ríðingarfelag var hildin í dag. Tær báðar gjørdi ikki mætari enn at vinna allar kappingargreinar hjá teimum ungu. Greinanar eru Lop, Tunnurace og skemtikapping. Fyri hetta fingu tey bæði stórt ferðasteyp og ein Pavo kraftfóðursekk frá MBM fyri hvørja vunna grein, umframt ein fyri samlaða sigurin. So elska kann síggja fram til gott fóður komandi tíðina. 



Helena Dahl Thomsen og Elska

Hjá teimum vaksnu var meira javnt. Har vóru tríggjir ymiskir vinnarar, Jakobina Niclasen og Kolbrá vunnu kappingina lop. Elisabeth Niclasen og Mímir vunnu tunnurace og Rebekka McBirnie á Vikto vunnu skemtikappingina. Her hendi tó tað løgna at eingin av hesum vunnu samantaldu kappinga, altso hvør hevur best tíð samanlagt. Tað var Godtfred Joensen og Prins sum vunnu samantaldu kappingina.
Hesi fýra vunnu øll hvør sín Pavo kraftfóðusekk frá MBM, umframt at Elisabeth og Godtfred fingu ferðasteyp í varðveitslu til næsta ár. 

Jakobina Niclasen og Kolbrá

Elisabeth Niclasen og Mímir 

Rebekka McBirnie og Victor

Godtfred Joensen og Prins

Ingen kommentarer: