10. april 2016
Fyrireika Djóradagar 2016
Nevndin í Føroya Ríðingarfelag spennir seg í hesum døgum út at gera Djóradagar 2016 til teir bestu nakrantíð. Í løtuni verður arbeitt við at fáa tey seinastu tingini á skrá, og væntast skráin at vera liðug í komandi viku.
Djóradagar eru vanliga seinasta vikuskiftið í Mai og soleiðis er eisini í ár, har tiltakið liggur tann 28 og 29 Mai. Báðar dagar frá kl 14 til 18.
Vanliga koma fólk úr øllum landinum at vitja djór og fólk í Havnardali - Vitjunartalið er ofta omanfyri 5000 samlað. Felagið ræðir tó yvir stórum økið, felagshúsið og risastórari høll, at har gerst ongantíð trongt..
Tiltakið er gjørt í samstarvið við bóndir og djóraeigarar sum koma við djórum at vísa fram. Umframt nógv forkunnug djór eru sjálvandi eisini nógv ross at síggja á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag.
Eisini eru nógvar hoppiborgir, bogaskjóting, teymaríðing (ponyríðing), fiskibrunnur og onnur tiltøk til børnini
Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag leggur tó dent á at tiltakið hevur eitt konsept sum eitur djór, hugni og náttúra og tað verður hildið fast um tað aftur í ár.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar