24. november 2015
Skal ikki vera loyvt at neyðtaka djór
Tað er kanska ikki øllum kunnugt, men í Føroyum er djóraverndarlógin á nógvum økjum avoldað.
Tildømis sigur galdandi lóg einki um at fólk ikki hava loyvi at gera seg kynsliga inn á djór.
Sama løgting sum d.d. stríðist fyri og ímóti at geva samkyndum borgarlig rættindi, hevur anno 2015 ikki mett seg at hava stundir og orku til at verja tey sum ikki fáa talað fyri seg sjálvi.
Eg vil við hesum staðiliga heita á Føroya Løgting um at fáa sett í verk eina lóg í strangliga bannar kynsliga samveru millum fólk og djór - ongantíð óv skjótt.
Djóraverndarfelagið arbeiðir lukkutíð við málinum. Les meira á leinkju niðanfyri
Trýst her fyri at síggja grein
Brandur í Dali
Formaður í Føroya Ríðingarfelag.
Frámerkir:
Greinar
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar