26. november 2015

Føroyskt ald ryssa besta kynbótadóm í Danmark


Ryssan Salka frá Tindsgarði sum Knút Lútzen eigur, hevur fingið tann heiður at fáa hægsta kynbótadóm fyri fýra ára gamlar íslenskar ryssur í Danmark í 2015.
Karakterur var 8,07 sum er sera flott úrslit fyri so ungt ross.

Salka er undan ryssuni Drotning frá Leirubakka sum Knút Lútzen eigur og greðinginum Glotta frá Sveinatungu sum sami Knút Lútzen eigur saman við Hoygarðs-hestum í Hirtshals.


Knút Lútzen er sjálvandi sera fegin um góða úrslitið, men sigur at hetta broytir ikki um tað, at ætlanin er enn at taka Salku heim til Føroyar um eini tvey ár. Tá verður so nakað hjá føroyskum rossafjepparum at gleða seg til.

Tað er Jóanis í Hoygarðinum sum hevur tamt og vant Salku frá Tindsgarði. Íslenski Jakob Svavar Sigurddson reið Salku til flotta kynbótadómin.






Kynbótadómur Salka frá Tindsgarði

Head 8  
Neck-Withers-Shoulders 8.5 
Back and Croup 8

Proportions 7.5

Hooves 8

Legs 8

Joints 7

Conformation 7.92

Mane and Tail 7


Tölt 8.5

Pace 8.5

Trot 6.5

Gallop 8
General impression 8
Spirit 9
Walk 8
Slow tölt 8.5
Rideability 8.17
Canter 7


TOTAL 8.07



Ingen kommentarer: