Nevndin í Ríðsamband Føroya. F.v. Brandur í Dali formaður, David Nordendal nevndarlimur og Zacharias R. Jacobsen næstformaður. |
Nevndin í Ríðisambandinum fegnast um eitt hendingarríkt ár, har føroyingar hava luttikið við góðum úrslitum í altjóða kappingum. HM í gonguløgum var hildið í Herning fyrr í ár og stóð føroyska liðið seg rættiliga væl.
Eisini hevur tað í ár á fyrsta sinnið eyðnast at fáa altjóða dómara, talan er um Hera D. Dahl, ið nú kann kalla seg altjóða dómara innan gongulagskappingar, hann stóð roynd í Týsklandi.
Fyrr í ár stóð Jóna Ólavsdóttir eisini roynd sum kynbótadómari, hendan royndin var í Íslandi
Ríðisambandið fegnast um hesar úrmælingarnar, og væntar at tað fer at vera stórt frambrot fyri føroysku ríðingina, at vit nú hava altjóða umboð innan døming.
Ríðisamband Føroya er við tíðini vorðið eitt av størri sersambandinum í Í.S.F. og hevur sambandið upp móti 500 limir. Brandur í Dali formaður, sigur at sambandið leggur stóran dent á at skapa góðar og tryggar karmar til ítróttarfólkini. Samstundis verður mett at tað er sera umráðandi at reiðfólk eisini fáa høvið til at luttaka í altjóða kappingum. Hettta er tó sjálvsagt ikki uttan avbjóðingar, av tí at flutningur av rossum millum lond er sera kostnaðarmikil.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar