1. oktober 2015

Heri D. Dahl kosin altjóða dómari

Nú hava føroysk reiðfólk fingið sín fyrsta altjóða dómara innan gongulagskappingar.
Eitt føroyskt ferðalag hevur hesu seinastu dagarnar verið til próvtøku í Kronshof í Týsklandi. 
Tað er altjóða felagskapurin FEIF ið stendur fyri hesum próvtøkum, sum eru ætlaðar dómarum ið vilja døma altjóða kappingar á hægsta stigið. Hetta verður mett at vera ein sera torfør roynd, og kann nevnast at í hesari royndini vóru tað bara 10 av 27 próvtøkulutakarum ið megnaðu royndina.


Heri Djurhuus Dahl er nú altjóða dómari

Heri D. Dahl var ein av hesum 10 - Heri sigur seg fegnast um at hann stóð royndina, serliga fegnast
hann um at tað eyðnaðist honum at klára hetta í fyrstu roynd síni. Tað er sera vanligt at fólk royna bæði tvær og tríggjar ferðir fyri at klára torføru royndina. Heri sigur at hetta fer at geva honum møguleikan at koma út í heim at døma kappingar á høgum altjóða støði. 
Vit spurdi eisini Hera um hann nú fór at gevast við at ríða sjálvur, fyri heldur at raðfesta dømingina. Heri D. Dahl sum er millum besti reiðfólk her á landi, sigur tó at hann fer at royna at samantvinna ríðing og døming, men at hann sjálvsagt er sera spentir at sleppa út í heim at umboða Føroyar, eisini á hesum palli.

Vit hava eisini fingið viðmerking frá Torgeiri Guðlaugsson, sum í nógv ár hevur fingist við hesar dómaraútbúgvingar. Hann ynskir føroyingum til lukku við fyrsta altjóða dómaranum og metir at hetta kann fáa sera jaliga ávirkan fyri føroyska ríðíítróttin.
Brandur í Dali formaður í Ríðisamband Føroya, sigur seg eisini vera sera fegnan um hetta frambrot innan føroyska ríðing. Hann væntar heilt avgjørt at hetta fer at opna hurðar, fyri føroyingum á altjóða pallinum innan ríðing og at hetta kann vera við til at hækka støðið á ríðingini her á landi.

Føroya Ríðingarfelag ynskir Hera Djurhuus Dahl hjartaliga til lukku við altjóða dómaraprógvinum.

Ingen kommentarer: