Brot úr gestabókini hjá bóndanum á Húsey |
Greivin á Skarvanesi, generøsi vinur mín Poul Jákup Thomsen, sendi mær nú ein dagin hetta brotið úr gestabókini hjá Örn Þorleifssyni, bónda á Húsey í Hróarstungu á Eysturlandinum í Íslandi, sum PJT hevur vitjað nakrar dagar í september 2015. Nógvir føroyingar kenna Örn, serliga í ferðavinnusambandi, tí umframt stóran bóndagarð rekur hann vallaraheim á Húsey, sum liggur einar 80 km frá Seyðisfirði eftir koyrivegi. Á garðinum eru uml. 50 ross, sum hann m.a. leigar út til ferðafólk, og alskyns onnur djór, so sum reinsdjór, aldir kópar og fuglar, plantur o.a., sum gera eina vitjan har ógloymandi. Örn hevur fingið fleiri heiðurslønir fyri náttúruvernd o.tíl.
Tá íð vit vóru har í 1985 vóru 2 hús á Húsey. Í øðrum teirra húsaðust Örn og konan, Elsa, sum bæði vóru sera fyrikomandi. Hini vóru fyri gestir.
Føroyavinurin, og táverandi borgmeistarin á Seyðisfirði, Jónas Hallgrímsson, skipaði fyri hesi reiðferð hjá okkum 9 føroyingum og 4 íslendingum. Eftir túrin við Norrønu, og eftir at hava notið stóran blíðskap hjá Jónasi og teimum, var fyrsti setningur Loðmundarfjörður. Farið varð um Skógarhjallar, Krakaskarð og Hjálmárdal, vanliga ikki ein serliga long ella trupul leið, men sum kortini gjørdist trupul hjá sjálvt teimum harðbalnastu. Mitt í juli rendu vit okkum í kavarok og skiftandi vátasletting og grimdarregn. Beinstirdir og vátir inn at kroppi komu vit til einasta nýtiliga húsið í hesi gomlu landnámsbygdini hjá Loðmundi. Har tók blíð kona ímóti okkum og royndi sum frægast at fáa hita í okkum og klæðini, sum tó vóru í so vát at fara í morgunin eftir. Seint verður bleikjan gloymd, sum hon borðreiddi við.
Í hampiliga góðum veðri varð annan dagin fyrst riðið einar 12 - 15 kilometrar til somuleiðis uppgivnu bygdina Húsavík og síðani meiri enn tvífalda teinin til Bakkagerði á eystara Borgarfirði.
Haldi, at vit tóku leiðina gjøgnum Gunnhildardal og hildu fram upp um skarðið undir Hvítu-hnjúkum, har vit máttu fara av rossunum og brúka tey sum skjøldur fyri ódnini, sum leikaði í har. Vindurin mundi vera nakað nógvur, tí at mynduleikarnir á staðnum ávaraðu fólki ímóti at farið varð handanvegin, men tað vistu vit einki um. Í Morgunblaðnum og øðrum fjølmiðlum vóru eini tíðindi, at føroyskir reiðmenn høvdu hættað sær tað, sum íslendingar ikki váðaðu. Á ja, lukkan fylgir oftani teimum fávitskutu. Komnir um skarðið linkaði vindurin so við og við til stilli, og komu vit inn á eitt langt strekki norður móti Bakkagerði, sum var so vakurt og gott at ríða eftir, sum neyvan nakar av okkum hevur uppliva fyrr ella seinni.
Vit svóvu í skúlanum tvær nætur, vitjaðu støð har føroyskir útróðrarmenn høvdu hildið til, umframt føroyavinin, Árna, sum hevði summarhús har við føroyskt smíðaðum báti í garðinum. Fingu annars tíðina at ganga við at gera onkur roysnir, bretta sjómann og reypa og skemtast.
Fjórða dagin varð, minnist meg rætt, riðið til Njarðvíkar og síðani um Vatnaskarð til Hjaltastað, har vit gistu á skúlanum. Morgunin eftir, eftir at hava skoðað lítlu kirkjuna, varð riðið eftir sløttum til Húsey, har vit nutu stóran blíðskap og fingu fróðskap frá fróðarfólki, sum seint verður gloymt.
Ikki fyri blindum at bera, kom fløskan eisini hetta kvøldið á borðið, og við hesum: lívligt kjak, sum m.a. hevði við sær ein "út í móti morgni-orðadrátt" fyri ikki at siga -tvídrátt millum tveir av okkum, sum vóru alt annað enn samdir um loysing ella samband. Orðgongan var so harðlig, at tann elsti av okkum lirkaði tann hálvvaksna, sum var við, útum. Tá so onkur bað menn um at sissa seg, tí eitt týskt par, sum eisini búðu á Húsey, nú átti at fingið náttarfrið, lat í vágbingi: "Týskarar fáa frið, nei aldri í verðini. Teir hava órógvað allan heimin í 5 ár uttan íhald. Teimum taki eg ikki synd í."
Seinasta dagin varð riðið úr Húsey um um Lagarfoss og fram við Lagarfljóti um Fellabær til Egilsstaðir. Teinurin var rættiliga langur, yvir 60 kilometrar, men tað bilti ikki, tí lendið var slætt og gott. Komnir til Fellabær mistu nakrir rossini, sum longdust og funnuð heim sjálvi. Á Egilsstøðum beyð Antoni okkum heim til nátturða. Antoni, er eygagóði fransurin, giftur í Íslandi, sum var ferðaleiðari hjá okkum árið fyri úr Höfn í Hornafirði til Egilsstaðir.
Náttina fyri heimferð svóvu vit í vallaraheiminum Á Seyðisfirði.
Vit høvdu eisini á hesum seinna túri mangar skemtiligar løtur, sum eru afturvendandi samtaluevni á kaffifundum okkara í Havnadali leygar- og sunnumorgnar, men tær eru so persónligar, at tær egna seg ikki uppá skrift.
Óivað er tað onkur av teimum, ið vóru við, sum finna onkran feil í hesi frásøgn eftir minninum 30 ár eftir, og sum óivað hevur okkurt at leggja afturat. Tað skuldi verið lagamanni, nú vit kunnu nýta heimasíðuna hjá ríðingarfelagnum.
Teir, sum vóru við úr Føroyum allan túrin vóru: Viljormur Tórsheim, Poul Hansen, Rógvi Holm, Torkil Thomsen. Kári Hentze, Dánjal Joensen, Heðin Samuelsen, Petur Nolsø og Gunnleif Mikkelsen.
Heðin Samuelsen hevur skrivað
Ingen kommentarer:
Send en kommentar