Navn: Hans Pauli Petersen
Bústaður: Norðasta Horn
Fyrsta ross, Nær fekk tú tað ? hvat slag var rossið ? Skilir er fyrsta rossi. Fekk hann í 2001, tá var hann 7 ár. Hann er íslendari og var júst tá komin til føroya tá.
Hvussu nógv ross eigur tú ? Tvey. Skilir og Sirkill, sum eisini er íslendari og 7 ár. Skilir er tó so gamal nú, at tíð er at siga farvæl.
Hvat er títt yndisross ? Skilir. Men Sirkill skal nokk koma seg, so spennandi verður at síggja.
Besta ross tú hevur átt, grundgev hví ? Skilir. Hann var/er eitt “allround” ross, sum var góður til tað mesta. Sera góður túrhestur, fínur til gongulagskappingar og var eisini við til onkrar kappríðingar.
Yndisrossaslag ? Íslendarin
Yndisgongulag ? Tølt, men eisini eitt gott trav at ferðast í lendinum við.
Um tú slapp at velja frítt millum øll ross í Føroyum, hvat ross hevði tú valt ? Eg havi valt rætta rossi.
Hvat er besta ross nakrantíð í Føroyum ? Skilir. Eins egna vil ofta verða millum bestu – tað hongur óiva saman við mongu góðu upplivingunum man hevur saman.
Hvør føroyingur hevur lært teg mest um ross og rossahald ? Í byrjanini, var tað sjálvlæring á einum gomlum brúnum hesti, sum Hjalmar Petersen hevði latið til familju í Sandavági. Til kappríðingar er tað óiva Henge og Grækaris, sum eg kappaðist fyri. Til gonguløg, havi eg ikki tað stóru vitanina, men Knút man hava lært meg nógv gjøgnum árini og nú havi eg persónligan lærumeistara J
Hvar í Føroyum er best at hava ross ? Í havnadali. Har er góð ríðiøkir og uttan iva bestu umstøðurnar eisini.
Hvar í Føroyum er best at ríða ? Í Vágunum og Norðstreymi. Serliga øki sunnan og norðanfyri Saksun er vakurt at ríða í.
Hvønn føroying metur tú vera besta reiðfólk ? Havi ikki nakran einstakan at vísa á, men óiva eru tey, ið ríða gongulagskappingar og samstundis eisini nógvar longri ríðitúrar, bestu reiðfólkini.
Besti ríðitúrur nakrantíð ? Tað eru nógvir “bestir” og eisini onkrir harðir. Eg kann nevna eina hvítusunnu, har vit, hvítklæddir í brennandi sól, riðu frá Tjørnuvík til Saksunar og tóku allar fjallatopparnar á vegnum, fyri síðani at halda á framtil Dalarnar, dagin eftir. Eg kann nevna ein góðan, men harðan túr frá Saksun til Havnar í fjør, har lendi var sera bleytt, nógvar kavafannir og grimdarregn næstan allan vegin.
Hvør er stuttligast at ríða saman við ? Vinirnir og má siga, at tað er sera hugnaligt og stuttligt at kunna njóta ríðitúrar saman við damuni.
Hvør skal í saðilin næstu ferð ? Grækaris Joensen
Ingen kommentarer:
Send en kommentar