27. februar 2019

Saknur verður í tær Poul



Tá deyðsboðini um Poul Hansen bórust mikudagin á middegi, var hetta tað fyrsta ið rann mær til hugs – Saknur verður í tær Poul.

Eg gjørdist tó merkiliga lítíð kløkkur av deyðsboðunum, kanska tí Poul seinastu árini viðhvørt hevur verið á eggini, men hann hevði tó fótað sær, áðrenn hann nú at enda koppaði skeiva vegin og seinastu ferð sakk inn í myrkurið.

26. februar 2019

Lús

Í fjósaeind 9, hava teir vidgjørt fyri lús ídag. So tit, ið eru grannar burdu kanna ross tykkara fyri lús teir næstu dagarnar.

13. februar 2019

Aðalfundur verður 25/02-2019 kl.19.00

Regluligi aðalfundurin hjá Føroya Ríðingarfelag, verður í felagshúsinum tann 25/02-2019 kl.19.00.

Uppskot til aðalfundin, skulu verða felagnum í hendi, í seinasta lagi 8 dagar, undan fundinum.

Vónandi møta nógv upp til fundin.

Nevndin


24. januar 2019

Ríðihøllin stongd vegna arbeiði

Í vikuskiftinum verða nýggjar lampur uppsettar í ríðihøllini. Av tí sama verður høllin stongd frá fríggjakvøldinum 25. januar kl.18.00 og allan leygardagin 26. januar.

Nevndin

23. januar 2019

Skeið við Súsonnu Sand í februar

So kemur Súsanna Sand heimaftur at hava skeið. Skeiðið verður í døgunum 08-10 februar.
Fyri at luttaka á skeiðnum, skal man verða limur í Føroya Ríðingarfelag.
Tilmelding hjá Ninu Brockie á tlf. 223333 ella umvegis facebook.

18. januar 2019

Ungdómsmenning í ríðihøllini leygardagin 19. januar

Av tí at ungdómsmenning fyri børn og ung, verður leygardagin 19. januar, er ríðihøllin stongd millum kl.12.30.-16.00.

Nevndin

17. januar 2019

Ungdómsmenning leygardagin 19 januar kl.13.00

So er ungdómsmenning fyri børn og ung aftur á skránni.
Leygardagin 19-01-2019 kl.13.00, verður framhald av fet-undirvísing.
Undirvísingin verður í høllini hjá Føroya Ríðingarfelag.
Hesaferð verður tað praktisk undirvísing, so tey sum eru við, skulu hava ross, sum tey klára at stýra.
Tilmelding hjá Ninu Brockie á tlf.223333 ella umvegis facebook áðrenn fríggjakvøldið kl.20.00.