Tá deyðsboðini
um Poul Hansen bórust mikudagin á middegi, var hetta tað fyrsta ið
rann mær til hugs – Saknur verður í tær Poul.
Eg gjørdist tó
merkiliga lítíð kløkkur av deyðsboðunum, kanska tí Poul
seinastu árini viðhvørt hevur verið á eggini, men hann hevði tó
fótað sær, áðrenn hann nú at enda koppaði skeiva vegin og
seinastu ferð sakk inn í myrkurið.
Eg sá hann
seinast, sunnudagin í Havnardali, sjálvandi var tað í samband við
ross – Tað var tann vegin vit kendust. Eg havi kent Poul frá tá
eg var smádrongur, tá var hann formaður í Føroya Ríðingarfelag,
hetta felag sum pápi hansara var við til at stovna í 1943 og sum
Poul og øll Hansen familjan hava tikið so nógv tøk fyri. Fyri
mong var Poul helst sjálv ímyndin av Føroya Ríðingarfelag.
Hann stóð fyri tí konservativu linjuni, konservativt uppá tann
góðan mátan, har man ikki gjørdi broytingar, bara tí at onnur
gjørdu tað.
Seinni untist
mær sjálvum at fáa sæti í nevndini í Føroya Ríðingarfelag,
enntá nøkur ár sum formaður – Fyrstu tíðina hevði eg nógv
samband við Poul, vit tosaðu javnan í telefon um ymisk viðurskifti
hjá felagnum, Poul var gløggur og vitugur innan løgfrøði, men
kendi sjálvsagt eisini søgu felagsins, hollari rágeva kundi ein
ikki ynskja sær.
Poul Hansen var
millum manna best kendir sum advokatur og vinnulívsmaður,
eisini var Poul kendir fyri at hava egnar meiningar og ein sera
hvassan penn, um hann hevði okkurt upp á hjarta.
Í Havnardali,
við Leynavatni ella í haganum har reiðfólk ferðast, var hann
tó bara Poul Hansen. Tað dámdi honum væl, Poul elskaði at saðla
sær rossið og leita sær leiðirnar út um bøgarðarnar, og líka
til tað síðsta vóru rossini skødd og klár at saðla. - Men nú
vóru túrarnir hjá Poul so taldir
Poul eigur trý
børn við Marthu Restorff. Elisabeth, Dáv og Óla. Abbababørni eru
eisini fleiri. Martha og Poul vóru sundirlisin fyri nøkrum árum
síðani, og senastu árini hevur Poul hildið saman við Súsonnu
Trónd. Foreldrini vóru Edith og Aksel Hansen, tey vóru fýra
systkin, Regin, Anna, Poul og Elsa Maria. Av teimum er tað
nú bara Elsa Maria eftir á lívið.
Vit reiðfólk
hava mist ein sannan vin, felagið hevur mist sín patriark – Men
missurin er sjalvandi størstur hjá familjuni, børnum, abbabørnum
og ikki minst hjá Sonnu sum hevur verið ein klettur hjá Poul
seinastu árini. Okkara tankar eru við tykkum.
Hvíl í friði
Poul – Saknur verður í tær
Vegna Føroya
Ríðingarfelag
Brandur
Ingen kommentarer:
Send en kommentar