30. juli 2015

MÁNI DUPULTUR ÓLAVSØKUVINNARI

Svenning Reinert á odda við merkinum.


Ólavsøkudag kappaðust skjótastu rossini í Føroyum á reiðbreytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili. Hendan ólavsøkan hevur verið eyðkend av góðveðrið, so nógv fólk vóru komin at hyggja.


Máni og Knút Lútzen

Máni sum Knút Lútzen eigur og ríður gjørdist stóri sigurshesturin hendan dagin. Hann gjørdi ikki mætari enn at vinna tvær kappingargreinar. Fyrst vann hann Tølt og so endurtók hann bragdið løtu seinni, við eisini at vinna travkappingina. Sera flott úrslit hjá hesum úrmælinginum.


Gunn H. Persson á Stjarna móti Sólrun H. Poulsen á Markus, hesi kappast í Tvíspor l flokkur

Kappingina í Skeið vann Laxi við Marner Joensen á baki. Tað er Dánjal Magnusen á Oyrabakka ið eigur Laxa. Tað man ikki vera ofta at ross av Oyrabakka hava vunnið kappríðing.
Tvíspor ung vann Brá við Ragnheiður Ólafsdóttir, Grækaris Joensen eigur Brá.
Hans Pauli Poulsen vann Tvíspor ll flokk, Marita Askham eigur Fjalir. Hans Pauli Poulsen hevur í ár riðið kapp í 30 ár.


Flottur riðil millum Annfinn Reinert á Vør og Búa Holm á Kambi


Tvíspor l flokkur var vunnin av Fúsa, riðin av eigarinum Zacharias R. Jacobsen. Fúsi hevur aftaná skaðasteðg í fjør vunnið allar kappingarnar í ár og ringt verður koppa teimum báðúm í FM kappingini. Búi Holm og Kambur hjá Pol Falkvard gjørdist nr. 2 og Tummas Rubeksen við Grekku hjá Júst Rubeksen nr. 3.


                   
                         Vinnarar Tølt - fv. nr. 2 Linda Gunnlaugsdóttir, nr. 1 Knút Lútzen, nr. 3 Bárður Johannesen
Vinnarar Tvíspor l flokkur - fv. nr. 2 Búi Holm, Nr. 1 Zacharias R. Jacobsen, nr. 3 Tummas Rubeksen

Meira myndir eru at síggja her: Trýst her fyri at síggja myndir

Øll úrslitini er at síggja her: Trýst her fyri at síggja úrslit


27. juli 2015

Paringin til ólavsøku


Ólavsøkuskrúðgonga



So er aftur ólavsøkuskrúðgonga - ólavsøkuaftan kl 14 fara reiðfólk og onnur úr komunuskúlagarðinum. Heitt verður á fólk at vera væl ílatin, hvít skjúrta og svart slips er dresscode hendan dagin. Møtt verður kl 13:30.

Svenning Reinert ber flaggið í ár - Føroyameistarin í Tvíspor, Jonita á Plógv bar seg undan og hevur nevndin tí heitt á Svenning Reinert um at bera flaggið.

Um fólk mangla slips við FR búmerkinum, eru tey aftur at fáa. Ring tlf. 523212 (Sanna)

25. juli 2015

Poul einasti eftir frá fyrstu ólavsøkuskrúðgonguni !

Vit hava í dag hitt Poul Mohr - Heima hjá honum og konuni Onnu hava rossafólk ofta sitið væl. Bæði á ólavsøku, men eisini áðrenn og kanska serliga aftaná ríðitúrar og kappingar.
Poul var sum einasti núlivandi við til tí fyrstu ólavsøkuskrúðgonguna. Hann greiður okkum frá at menn hittust heima hjá pápa hansara, Kjartan Mohr, dagin fyri ólavsøku í 1942.


Sverri Trónd, ímyndin av ólavsøkuni í nógv ár

Teir ið løgdu ráð hetta kvøldið vóru Gustav Reinert, Edvard Samuelsen og Kjartan Mohr. Síðani fóru boðini út til reiðfólk at hittast dagin eftir. Skipað bleiv soleiðis fyri at Vilhelm Tórsheim, kallaður keisarin gekk fremst við merkinum, honum á bakið kom frelsurnarherurin við hornblástri og so komu reiðfólkini. Skrúðgongan byrjaði niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið. Hiðani gekk leiðin so umvegis Tróndargøtu oman á Tinghúsvøllin. Tað var frá fyrsta degi lagt dent á at reiðfókini skuldi vera væl ílatin. Hvít skjúrta og svart slips var búnin hjá reiðfólkunum.

Hetta bleiv byrjanin til ólavsøkusetana sum vit kanna hana í dag, Føroya Ríðingarfelag bleiv stovnað árið eftir og øll árini hava rossini átt heiðurspláss í skrúðgonguni.
Seinni komu so onnur ítróttarfólk eisini við í skrúðgonguna. Men siðurin at fremsti flaggberin er reiðfólk er enn tann dag í dag galdandi.

Fólk flest minnast helst best tey mongu árini tá Sverri Trónd Hansen var flaggberi, Sverri reið nógv ár á einari ryssu ið kallaðis Holla. Sverri gekk nógv uppí at tingini skuldi vera í ordan, hann búði uppi í Gundadali og tað gekk ein søga um at einaferð á ólavsøku, um morgunin tá skrúðgongan skuldi vera kom ein B36'ari inn í gamla B36 húsið, hann hoyrdi ógvusligan larm inni í brúsirúminum - Tá hann fór inn var tað Sverri sum var farin inn har at vaska ryssuna, hetta so hon var fín til skrúðgonguna.
Tá Sverri legði frá sær, var avgjørt at føroyamesistarin í tvíspor árið frammanundan skuldi bera flaggið framyvir. Um hesin ikki bjóðar seg til, so avgerð nevndin í Føroya Ríðingarfelag hvør skal bera flaggið.


Búi Holm á odda við merkinum

Poul Mohr er sjálvur kendur reiðmaður, hann vann m.a. allarfyrstu kappríðingina ið Føroya Ríðingarfelag skipaði fyri. Hóast hann er komin upp í árini, ríður hann enn, men túranir eru kanska heldur styttri nú enn fyri - Tá Poul herfyri fylti 85, samlaði hann tó ein hóp av reiðfólkum og so gekk leiðin suður á Kirkjubønes, Tað er ikki hvørjum manni unt, at kunna halda 85 ára dag á rossabakið.

Poul á veg út á Kirkjubønes


Úti við nesið, Poul mitt í trunkanum






23. juli 2015

Opin flokkur á ólavsøku

Á nevndarfundi hjá felagnum í gjár bleiv samtykt at á ólavsøku, og á heystkappríðingina, verður opin flokkur gjørdur í tvíspor vaksin. Hetta er grein har øll rossasløg hava møguleika at luttaka.
Aftaná heystkappríðingina fer nevndin at royna at skipað fyri, at gera meira greiðar reglar fyri hvussu ross skula bólkast til kappríðing. Ætlanin er at geva øllum rossasløgum, møguleika at luttaka í FM kappingum komandi ár.

21. juli 2015

Ólavsøkukappríðingin skjótt 100 ár


Tað var longu í 1921 at skipað var fyri fyrstu ólavsøkukappríðingini. Tað vóru Edvard Samuelsen, Gustav Reinert og Kjartan Mohr sum skipaði fyri kappingini. Kappast var uppi á Sundsvegnum, frá portrinum við húsini hjá Hanus við Høgadalsá og 300 metrar longri niðri var málið, við stóru steinanar uttanfyri húsini hjá Verland Johansen
Síðani tá hevur verið kappast hvørt ár á ólavsøku, undantikið árini 1930-1935, tá eingin kapping var. 



Frá 1928 var kappast á Velbastaðvegnum, frá Miðhorni og heim móti krossinum, tá var riðið 400 metrar. Tá kappingin var uppafturtikin í 1936 var teinurin longdur til 500 metrar, tað er sami teinur ið enn verður brúktur.
Fyrsta kappingin á ólavsøku ið Føroya Ríðingarfelag skipaði fyri, var í 1943 - vinnari var Thomas Rubeksen við tíðini 33,4, hetta metið helt sær øll árini kappingin var á Velbastaðvegnum.
1971 var fyrstu ferð kappast á ólavsøku á breytini við Marknagil, og verður framvegis kappast har.
Tað eru nógv fólk ið hava sum fastan sið, at byrja ólavsøkudag á breytini við marknagil. Har møtast tey við vinfólkum og síðani gongur so leiðin oman aftur í býin, ella heim til fólk til ein betri bita.

Ólavsøkukappríðing