9. oktober 2014

Ríðisambandið nýggjan formann


Á aðalfundi í ríðisambandinum herfyri, boðaði formaðurin Hjalmar Petersen frá, at hann ikki tók við afturvalið.
Tí skuldi nýggjur formaður veljast og Ríðisambandið hevur nú skipað seg við Brandi í Dali sum nýggjum formanni.
Brandur í Dali umboðar Føroya Ríðingarfelag í Ríðisambandinum og  formaðurin er samstundis stjórnarlimur í ÍSF.

Ríðisambandið er sersamband undir ÍSF, og endamálið er at fremja ríðing sum ítrótt.

Nýggja nevndin í Ríðisambandinum sær soleiðis út:
Formaður, Brandur í Dali - Føroya Ríðingarfelag
Næstformaður, Zacharias R. Jacobsen - Vága Ríðingarfelag
Nevndarlimur, David Nordendal - Føroyskt Íslandsrossafelag

8. oktober 2014

Ríðiskeið á skrá í Reiðhøllini


Ríðiskeið á skrá í Reiðhøllini, Óluva á Lofti skipar fyri !
Skeiði verður 15-16 nov og verður eitt sindur annaðleiðis enn vit eru von við.


7. oktober 2014

4. oktober 2014

7. september 2014

Jonita og Flykra vunnu FM


Árliga heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var leygardagin. Hendan kappingin er seinasta kappríðingin á árinum og samstundis dagurin har seinastu FM vinnaranir vera funnir. 

Í ár var serliga spenningur í Tvíspor ung, har Brá við Ragnheiður Ólafsdóttir á baki undan leygardegnum var á odda við minst møguligum muni, frammanfyri Sinu og Pegasus.
Hesi trý dystaðust eisini hvør móti øðrum leygardagin. Brá vann tó greitt og lat ongan iva vera um, at hon hevði uppinborið FM heitið, Brá og Ragnheiður fingu eisini bestu tíð av øllum á breytini hendan dagin.

Tvíspor fyrsta flokk vann Vør við Fríðbjarta Reinert á baki, hetta var tó akkurát ikki nóg gott til at vinna FM. Føroyameistaraheitið fór hesuferð vestur í Vágoynna, tað gjørdist ryssan Flykra við ungu Jonitu á Plógv á baki í vunnu FM.
Hini ið vunnu FM vóru í Skeið Gylling við Regin Johannesen og Trav Máni við Knút Lútzen á baki. Hesi vunnu eisini á Heystkappríðingini.

Øll úrslit frá kappingini kunna síggjast á hesari leinkju:

30. august 2014

Nógv ross við á Heystkappríðingini

Tað er sera stór framgongd í kappríðingini í ár. Tað eru ikki færri enn 39 luttakarar nú dystast verður uppi í Marknagili kl 15 í dag.
Hetta er helst størsta luttakaratalið í hesari øldini og er tað sjálvsagt nakað sum fyrireikaranir úr Føroya Ríðingarfelag fegnast um. Felagið hevur í einari roynd at økja um áhugan fyri ítróttini tikið nýggjar ríðigreinar við, og hevur hetta givið góð úrslit, fyri nøkrum árum síðani var byrjað við greinini Skeið og í ár er so eisini greinin Tølt við.

Spenningur er eisini í nøkrum greinum, í Tvíspor ung eru heili trý ross ið hava møguleika at vinna FM.
Brá er á odda, men Sina og Pegasus eru beint í hølini á henni og hava tey øll møguleika at vinna FM
Hjá teimum vaksnu er Flykra á odda við 20 stigum og Vør er tann sum er nærmast henni við 16 stigum.
Kappast verður í hesum greinum. Tølt, Skeið, Trav, Tvíspor ung og Tvíspor vaksin.



28. august 2014

Paringin til Heystkappríðingina

Trýst á her fyri at síggja paringina til heystkappríðingina !