Tað er sera stór framgongd í kappríðingini í ár. Tað eru ikki færri enn 39 luttakarar nú dystast verður uppi í Marknagili kl 15 í dag.
Hetta er helst størsta luttakaratalið í hesari øldini og er tað sjálvsagt nakað sum fyrireikaranir úr Føroya Ríðingarfelag fegnast um. Felagið hevur í einari roynd at økja um áhugan fyri ítróttini tikið nýggjar ríðigreinar við, og hevur hetta givið góð úrslit, fyri nøkrum árum síðani var byrjað við greinini Skeið og í ár er so eisini greinin Tølt við.
Spenningur er eisini í nøkrum greinum, í Tvíspor ung eru heili trý ross ið hava møguleika at vinna FM.
Brá er á odda, men Sina og Pegasus eru beint í hølini á henni og hava tey øll møguleika at vinna FM
Hjá teimum vaksnu er Flykra á odda við 20 stigum og Vør er tann sum er nærmast henni við 16 stigum.
Kappast verður í hesum greinum. Tølt, Skeið, Trav, Tvíspor ung og Tvíspor vaksin.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar