NÚ ERU TEY EISINI FARIN AT FYRISKIPA EGNAR KAPPINGAR
Fyri nøkrum árum síðani var samtykt at Føroya Ríðingarfelag í einari roynd at menna ungdómsarbeiði, skuldi hava eina ungdómsnevnd manna/kvinna, við ungdómi.
Hugsjónin er at tey ungu vita best hvat tey ungu vilja, og soleiðis man tað helst eisini vera. Fyri at hjálpa teimum ungu, velur nevndin í felagnum ein vaksnan "vegleiðara" til tey ungu. Ein sum kann royna at halda tey á kós og siga hvat ber til, og helst ikki óv ofta hvat ikki ber til.
Sum eitt ítøkiligt úrslit av hesum verður kapping fyriskipa í Reiðhøllini sunnudagin, hetta er kapping sum tey ungu eiga við húð og hár, tey hava sjálvi gjørt hugskot reglar og uppslag, tað skula tey eiga stórt rós fyri. Mær kunnugt vóru tær so sjálvstøðugar at vegleiðarin var ikki eftirspurdir, fyrr enn kappingin var lýst og kunngjørd
- Stuttligt við so virkisfýsnum ungdómi, ivist ikki í at hesar eiga eina framtíð í nevndini hjá felagnum.
Meira um kapping er at lesa her ella á fb her
https://www.facebook.com/Ungd%C3%B3msnevndin-hj%C3%A1-F%C3%B8roya-
r%C3%AD%C3%B0ingarfelag-819105538434456/
17. juni 2019
11. juni 2019
Kappríðing verður við Leynavatn, leygardagin 15. juni kl.15
So verður kappríðing aftur við Leynavatn.
Kappríðingin verður leygardagin 15. juni kl.15.00.
Kappast verður í hesum greinum: Skeið, trav, tvíspor ung og tvíspor vaksin.
Tilmelding er á tlf. 556306 og 292014
Freistin fyri tilmelding er mikukvøldið 12. juni kl.19.00
Kappríðingin verður leygardagin 15. juni kl.15.00.
Kappast verður í hesum greinum: Skeið, trav, tvíspor ung og tvíspor vaksin.
Tilmelding er á tlf. 556306 og 292014
Freistin fyri tilmelding er mikukvøldið 12. juni kl.19.00
18. maj 2019
Djóradagar um tvær vikur
| Fjallaneyt við kálvi |
Vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar verður í ár tann 1 og 2 juni
Hjá nógvum familjum er tað vorðin siður, at leggja sær leiðina út í havnardal tá Djóradagar eru. Tey hava har høvið at vitja djórini sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór sum ikki eru at síggja vanliga.
Eisini er hetta ein gyltur møguleiki at hitta vinir, og fólk ein vanliga ikki sær ofta.
Føroya Ríðingarfelag skipar eisini fyri kaffisølu og vera sum vant hoppiborgir o.a. til børnini. Teymaríðing ella ponyríðing sum tað eisini verður kallað er nakað sum er ovarliga á "to do" listanum hjá teimum flestu. Felagið hevur eina risa ríðihøll har nógv av tiltøkunum eru inni í, hetta er onkuntíð hent um okkurt ælið er.
Djóradagar er eitt familjutiltak burturav og er stuttligt at síggja somu snýðini ár aftaná ár. Tey vaksnu sum fyrstu árini komu við sínum børnum, koma nú við ommu og abbabørnum, umframt at nýggj andlit leggjast afturat á hvørjum árið. Hetta er greitt tekin um, at tá felagið byrjaði hetta tiltak á sinni, hava tey rakt ein tørv sum ikki hevur verið nøktaður áðrenn.
13. maj 2019
Høllin stongd
Av tí at Súsanna Sand er í Føroyum og hevur ríðiskeið, er høllin stongd nakrar tímar um dagin, teir næstu dagarnar.
Mánadagin 13-05: Kl.17.00-23.00
Týsdagin 14-05: Kl. 15.00-22.30
Mikudagin 15-05: Kl. 15.00-22.30
Nevndin
Mánadagin 13-05: Kl.17.00-23.00
Týsdagin 14-05: Kl. 15.00-22.30
Mikudagin 15-05: Kl. 15.00-22.30
Nevndin
15. april 2019
Skeið í høllini
Av tí, at skeið er í høllini týsdagin 16-04 og mikudagin 17-04, er høllin stongd hesi tíðspunkt, teir dagarnar:
Týsdagin 16-04: Kl.09.00-18.00
Mikudagin 17-04: Kl.09.00-20.00
Nevndin
Týsdagin 16-04: Kl.09.00-18.00
Mikudagin 17-04: Kl.09.00-20.00
Nevndin
8. april 2019
Vognar flytast
Tit, sum eiga vognarnir, sum standa frammanfyri høllina og Dixie, kunnu tit flyta vognarnir, í seinasta lagi í kvøld - mánakvøldið 08-04-2019 - kl.20.00.
Annars verða teir fluttir av øðrum.
Takk fyri.
Annars verða teir fluttir av øðrum.
Takk fyri.
3. april 2019
Saðilin - Hesaferð Búi Holm
Navn:
Búi Holm
Bústaður:
Dávabreyt 12,
Betur seint enn ongantíð. Nú saðlaði eg av nakað leingi og løtan og túrurin inn í
rossaheimin gjørdist nakað long. Haldi mær til góðar.
Fyrsta ross. Nær fekk tú tað? Hvat slag var tað?
Abonner på:
Opslag (Atom)


