3. april 2019

Saðilin - Hesaferð Búi Holm



Navn:
Búi Holm

Bústaður:
Dávabreyt 12,

Betur seint enn ongantíð. Nú saðlaði eg av nakað leingi  og løtan og túrurin inn í
rossaheimin gjørdist nakað long. Haldi mær til góðar.

Fyrsta ross. Nær fekk tú tað? Hvat slag var tað?
Fyrsta rossið var Skuggi. Tað fekk eg í konfirmatiónsgávu í 1988 og í summar bleiv
hann 30 ár. Hann sær enn gott út. Íslendskur, men folaður í Føroyum.
Undan Ljónsløpp og Neista. Annars slapp eg at brúka Stulkuna – hvít íslendsk ryssa
hjá bróður, sum um eg átti hana frá síðst í 70’unum og til í 88, tá hon bleiv skotin
tí hon var lamin. Stulkan var undan Stjørnuni og Floymi.

Hvussu nógv ross eigur tú?
Eg eigi bara Skugga í dag. Tíbetur eri eg altíð sloppin at læna/brúka nógv ross.
Kanska mest kappríðingarross. Og nú eri eg so heppin at sleppa at brúka Hjørvar
hjá Tróndi í Bø.

Hvat er títt yndisross?
Tað broytist helst gjøgnum árini. Sum smádrongur var tað Stulkan. Hana kundi eg
leiga til ein stein og klúgva upp á, ella fáa mær renningarferð og knæið upp í
ístigi ímeðan hon oftast stóð still og bíðaði. Og fann til Norðadals og aftur í
bølamyrkri um tað skuldi vera. Annars hevur Skuggi verið mær/okkum drúgvur og borið okkum mangan góðan túrin.

Besta ross tú hevur átt?
Burdi sagt Skuggi, men hann bleiv ongantíð tað skjóta ferðingarrossið, sum
mamman Ljónsløpp var. Men hann var sera tryggur og góður í bleytum lendi.
So konan hevði nokk valt hann sum besta rossið. Mítt besta ross af teimum fáu eg havi átt sjálvur, var Havreki. Undan Tyrslu hjá lítla Rógva og Krákur frá Bessastøðum. Tyrsla kom kviðin heim úr Íslandi og folaði longsta dag í 2010 uppi á trøðni her í Bø.
“Ein góð føðingardagsgáva”. Hann var brúnur (hjarpur) við svørtum faksi og hala og
uppkallaður eftir flotta greðinginum Havreka, sum Viggo abbi átti við sama liti.
Hann bleiv seint geldur og náddi at fáa eitt fyl undan Fellu, sum bleiv kallað Hepni.

Hví:
Tí at eg helt at hann var flottur, reistur, slankur, hevði góðan vilja. Knappur og vakin.
Men góðsligur og barnavinarligur eisini. Teymligur hóast hann altíð var klárur og gekk og trippaði. Góður ferðingarhestur. Men oftani er tað ein missur, ið skuldi vera og blíva tað besta. Hann fekk allarhelst kolik fyri fyrstu ferð og eg varnaðist tað ov seint. Eg gekk við honum í 6 tímar út í eitt, so kom djóralæknin kl 4 um náttina og koyrdi parafinolju í hann. Gekk so aftur í 4 tímar, men tað loysnaði ongantíð. So um 9 tíðina vóru pápi og Sjúrður komnir vestur. Tá var hann so ringur at vit máttu avlívað hann.

Yndis rossaslag:
Tað verður seg hvat brúkið er. Tað føroyska slagið – kná, røsk og góð at reiða við.
Lítil men sterk og kraftig bein til grýtuta og bleyta lendi her á landi. Eg reyð kapp á Silvurlín hjá Jóanis í Hoygarðinum, sum var næstan rein føroysk. Meini hon kom niður á 34 sekund á 500 m. Fín ryssa. So áttu vit Reyða frá Annu í Lamba, reint føroyskur. Sera flottur, reyður við síðum faksi, sum Reyði á Skoradali. Og tann fyrsti hesturin Brúsi, sum tey gomlu áttu, hevði nógv føroyskt blóð í sær. Sera treystur, men harður at sita á, segði pápi.

Tað norska slagið, stór og sterk og vóru hent hjá abba og teimum at fáa heim til
Norðadals at byggja uppúr nýggjum. Tey fingu fyrstu rossini úr Kirkjubø til
Norðadals. Tey vóru helst undan Ørvarodd, sum var fyrsti norski greðingurin í Føroyum.
Hann kom til Føroya í 1895. Fyrsti norski greðingurin abbi fekk var Grani og seinni
Norðmann, sum Hans Vilhelm meinar at besta norska slagið er komið undan.
Og helst eru fleiri góð, sum eg ikki komi á beint nú.

So eru tað tey íslendsku. Íslendsku rossini eru sera væl egnaði til mítt brúk, sum er
at ferðast í fjøllunum. Tað serliga við teimum íslendsku er at tey eru fimmgongd og tað ger tey serstøk og stuttlig at ríða á. Tann fyrsti íslendski greðingurin sum eg veit um var Grettir, Blakkur, Havreki og síðani Floymur hjá Viggo abba. Seinni eru fleiri góð og dýr ross komin. Eitt nú var Rafnfinnur, sum helst er ein tann dýrasti. Men eg má nevna Stulkuna hjá Sjúrði, Ljónsløpp hjá pápa og Sheilu hjá Súsannu, sum ross ið vóru nakað serligt fyri meg.

Eg vil ikki taka dagar ímillum hvat slag mær dámar best. Eg havi riðið á góðum
íslendskum, norskum, føroyskum og blandingsrossum.

Yndisgongulag:
Tvíspor:

At tvíspora onkran aftur og at hava munin á málinum. Um tað so er á Leynavatni,
Fjallavatni, Vatndalsegg ella í Marknagili. So er tað altíð ein góð kensla. Men sum
árini fara at líða verður tað nokk tølti, ein kemur at halla til.

Um tú slapp at velja frítt millum øll ross í Føroyum, hvat hevði tú valt?
Havreka og mong góð ár við honum afturat. Núlivandi: fyrr kendi eg næstan øll ross
í Føroyum, men nú ikki helmingin. Oftani ynskt mær eina ryssu, sum ein kundi alt undan. Syrpa hjá Bárði, Grandvør hjá Tummas Hans og Tyrsla hjá Rógva høvdu helst verið góð boð út frá Hvítusunnutúrunum.

So er ein gulur hestur, sum blívur skøddur kvøldið fyri longu túrarnar. Hann má
ganga í góðum haga, tí hann blívur bara betri fyri sum túrurin líður. Tað má vera eitt gott val og ikki minst hjá einum bónda, sum sjálvdan gevur sær tíð at koma við.

Hvar í Føroyum er best at ríða
Á Kyllingagøtunum :-) Men millum okkum sagt so eru fjallagøturnar í Vágunum
nógvastaðni góðar, ikki minst um ein hevur ein staðkendan sum Tummas Hans við.

Hvønn føroying metur tú vera besta reiðfólk
Svenning Reinert reyð kapp í 70 ár og datt ongantíð av. Tað má sigast at vera eitt
bragd.  Poul Hansen, sum júst er farin frá okkum, minnist eg sum ein góðan kappríðingar reiðmann. Um vit tosa um um at temja og venja ross eru bæði Regin, Knút, Pole og Gunrið og nógv afturat teimum.


Hvør er stuttligast at ríða saman við

Vinmennirnir. Ein fróður og verkskapsmaður var Poul Mohr, sum elskaði at ríða í
náttúruni. Visti allar søgur og yrkingar, vísur og kvæðir, sangir og sálmar í verdir eru at duga bæði her í Føroyum og Ìslandi. Og takka veri Hans vóru fleiri túrar saman við Poul seinastu árini.

Best ríðitúrur nakrantíð
Tað er ringt at taka dagar millum, men sum Bárður nevndi – tann fyrsti
Dalatúrurin stendur fast í minninum. Annars eru nógvir góðir túrar, bæði í stormi og logn. Og fleiri í Íslandi – tann seinasti við Mývatn. Og væl dámar mær at ríða einsamallur, tá sansar tú betri náttúruna. Og avgerð bæði tíð og stað.

Hvat er besta ross í Føroyum nakrantíð
Gamli Kambur, Lítli og Pekasus skuldu vera ótrúgligir. Mest vinnandi má vera
Máni hjá Knút. Annars gerast bondini millum reiðmann og ross oftani so sterk at tað er besta rossið nakrantíð. Tak eitt nú Júst og Fram.

Hvør føroyingur hevur lært teg mest um ross og rossahald
Okkurt hevur ein fingið inn við móðurmjólkini. Annars má vera Stalter og Waldorf í
fjósið nr 13. Ella Símun Arnfinn í kaffupausunum hjá Búsetur. Tá hann greiddi frá at
hann skógvaði eitt ross meðan Irma kókaði ketilin

Hvar í Føroyum er best at hava ross

Í Bø, man gongur heim at geva :-)

Hvør skal í saðilin næstu ferð

Hans Vilhelm - sum vónandi ikki saðlar av líka leingi sum eg

Ingen kommentarer: