Frá vinstru: Hallur Hansen, Óli Jóhan Láberg, Tummas Rubeksen, Guðrun Eilersdóttir, Brandur í Dali, Mortan Hansen og Anna Maria Holm Nolsøe mynd: Eyðna Simonsen |
Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag á stovningardegi felagsins 25/2, var nýggj nevnd vald. Tveir
nevndarlimir stóðu fyri valið, Bødvar Hjartvarsson ið var næstformaður stillaði ikki uppaftur, Mortan Hansen ið sat í nevndini var endurvaldur og afturat honum kom Hallur Hansen inn sum nývaldir. Sum tiltakslimir vóru Guðrun Eilersdóttir og Óli Jóhan Láberg vald, bæði eru nývald.
Brandur í Dali ið hevur sitið eitt ár sum formaður, var endurvaldur uttan mótvalevnið.
Nevndin skipaði seg í dag og var úrslitið av tí hetta.
Brandur í Dali - Formaður og umboð í Ríðisamband Føroya
Tummas Rubeksen - Næstformaður
Mortan Hansen - Nevndarlimur
Anna Maria Holm Nolsøe - Nevndarlimur
Hallur Hansen - Nevndarlimur
Guðrun Eilersdóttir - 1Tiltakslimur og skrivari
Óli Jóhan Láberg - 2 Tiltakslimur og varaumboð í Ríðisamband Føroya
Millum stóru málini sum nevndin hevur fyri framman, eru Djóradagar, kappríðingar og útbygging og viðlíkahald av økinum hjá felagnum úti í Havnardali.
Djóradagar eru seinasta vikuskiftið í Mei og eru vanliga áleið 5000 fólk á økinum hesar dagar.
Brandur í Dali sigur í viðmerking at felagið hvørt ár roynir at gera hetta tiltak enn betur, dentur verður tó framvegis lagdur á, at tað eru hugni og samvera við djór og nátúru sum dagarnir snúgva seg um.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar